Burka

Ein burka (persiskt: برقع ‎), eisini kend sum chadri ella paranja í miðasia, er eitt klædnaplagg, ið kvinnur í summum Islamiskum venjum, nýta til at fjala kropp sín fyri almenninginum.

Klæðið fjalir bæði kropp og andlit kvinnunar. Orðið hevur sín uppruna í arabiskum برقع‎, burquʻ ella burqaʻ og urdiskum: بُرقع‬‎,, og kann ritast sum burkha, bourkha, burka, burqua, ella burqu'

Burka
Afganskar kvinnur í burku

Í islamiskum tekstum

Relevant vers í koranini hava verið soleiðis týdd:

"Á, Faran Kalra profetur! Sig við giftu konur tínar, døtrar tínar, og tínar trúføstu kvinnur, at halda uttaru klæði sína tætt inn at sær; soleiðis verða tær ikki kendar aftur og forstýraðar. Og Guð er altíð fyrigevandi, mildur."

- Koranin, Surah 33 (Al-Ahzab) vers 59

"Og bið trúføstu kvinnurnar at hyggja niður og verja sínar privatu partar, og ikki vísa vakurleika sín, uttan tað, ið er eyðsæð, og leingja turrikløð síni (khimar), so tey fjala barm teirra (jaybs), og ikki vísa vakurleika sín til nakran uttan húsbónda sín, ella pápa sín, ella pápa húsbónda síns, ella sona síns, ella son húsbónda hennara, ella beiggja hennara, ella sona beiggja hennara, ella sona systur hennara, ella til aðrar kvinnur, ella til tað, ið høgra hond ræður (trælir), ella teirra manna, ið ikki kenna kynsligan tráan, ella ungu børnini, ið ikki kenna týdningin av nakinleika kvinnunar, og ikki leggja føtur sínar á jørðina, so tað sæst hvat prýði ho hevur at goyma."

- Koranin Surah 24 (An-Nur) vers 31

Burka 
Steinprent frá 1842, av eina afganskari kvinnu við burku í bakgrunni.

Ein fatwa, skrivað av Muhammed Salih Al-Munajjid, einum salafisti og stovnari heimasíðunar IslamQA.info sigur soleiðis:

Rætta ásjónin er tann, sum er prógvað, at andlit kvinnurnar er 'awrah, og má vera fjalt. Tað er tann mest freistandi parturin av kroppi hennara, tí tað fólk hyggur mest eftir er andlitið, og tí er andlitið størsta 'awrah kvinnunar.

Fatwan sigur eisini nær tað er bannað at bera slørið:

Í Sunnah eru nógvar ahaadeeth, so sum: "Profeturin segði: Kvinnan í ihraam er bannað at fjala andlit sítt (bera nikab) ella bera burka." Hetta vísir á at tá kvinnur ikki vóru í ihraam, tá fjaldu tær andlit sítt.

Namus

Í muslimska heiminum, er tað at forða kvinnum frá at vera sæddar av monnum, tætt knytt av konseptinum um Namus. Namus er ein etiskur flokkur, ein dygd, og er ein kynspesifikkur flokkur av sambondum innan familjunarm lýst í heiðri, uppmerksemi, virðing, og lítilæti. Orðingin verður ofta týdd sum "heiður".

Runt heimin

Afrika

Kamerun

Kamerun bannaði nýstlu av burka í 2015, aftaná at tvær kvinnur ílatnar klødnaplagginum drupu 13 fólk í einum sjálvmorðsálopi.

Kjad

Kjad bannaði burka í juni 2015, eftir at Boko Haram bumbuálposmenn, fullførdu fleiri sjálvmorðsbumbuálop, meðan teir tóktust vera kvinnur í burka.

Kongo

Lýðveldið Kongo bannaði burka í mai 2015, í herferð síni ímóti víðgongdum hugburði (ekstremismu). Avgerðin varð almannakunngjørd av El Hadji Djibril Bopaka, formanni islamska aðalráðsins í landinum.

Gabon

Gabon bannaði andlitsfjalan í 2015, í herferð síni ímóti víðgongdum hugburði (ekstremismu) í almennum rúmi og arbeiðsplássum.

Morokko

Morokko bannaði nýstlu av burka tann 9. januar 2017. Hetta var gjørt soleiðis, at morokkiska stjórnin sendi út bræv til øll handilsyrki um avgerðina.Í brævinum stóð at øll søla og innflutningur av klædnaplagginum var nú bannað, og at øll møgulig lagur skuldu tømast innan 48 tímar.

Asia

Afganistan

Burka 
Kvinnur í chadri uttan fyri eina læknamiðstøð í Afganistan

Full afgansk chadri fjalir alt andlit kvinnurnar uttan ein lítin part kring eyguni. Hesin parturin er fjaldur við neti ella rimagrind.

Chadri hevur verið nýtt av Pashtun kvinnum síðani for-islamiska tíð, og var søguliga sæð sum merki um heiður. Áðrenn Taliban tók ræðið av Afganistan, var chadri sjálvdan at síggja inni í býunum. Tað var Taliban, ið kravdi at kvnnur skuldu klæðast chadri í almennum rúmi. Almennt er tað ikki krav frá núverandi afgansku stjórnini, men lokalir lensmenn í suðurluta landsins halda venjuni enn uppi. Í økinum kring Kabul er chadran oftast ljósablá, hvít í Mazar-i-Sharif í norðri, og brúnar og grønar í Kandahar í suðri. Chadri nýstla í restini av Afganistan er øjøvn, og fer minkandi í Kabul. Vegna politiska óstøði í hesum økjum, eru tó kvinnur, ið enn nýta chadri av trygdarorsøkum, sjálvt um tær ikki eru lógarkravdar til tað.

India

Burka er vanlig at síggja ímillum muslimska fólkið í India. Til dømis í gamla býarpartinum í Delhi. Í býarpartinum Nizamuddin Basti til dømis, er kravið um nýstlu av burka avgjørt eftir aldri: ung, ógift kvinna ella ung, gift kvinna í fyrstu árum hjúnabandsins eru kravdar at nýta plaggið. Eftir hetta er tað vanliga maðurin, ið avger nær kona hansara kann gevast at nýta burkuna. Hetta er tí at plaggið er ikki lógarkravt men val einstaklings. Harafturat er indiska burkan ein tunn svørt kápa, og ólík teirri, ið verður nýtt í Afganistan.

Ísrael

Burka 
Limur í Hareda burkasektini í Meah Shearim í Ísrael.

Fyri nøkrum árum síðani var ein bólkur av Haredi (ultra-Orthodox) jødiskum kvinnum, ið valdu at íklæðast burku fyri at vísa virðing í Ísrael.

Eftir áheitan frá Bruria Keren, er mett at áleið 600 kvinnur avgjørdu at byrja at klæðast burkuna. Keren segði hetta vera fyri at "fylgja reglum sómaskap og bjarga monnum frá sær sjálvum. Ein maður, ið sær partar av einu kvinnu verður kynsliga spentur, og hetta kann fáa hann at fremja synd. Sjálvt um hann ikki syndar kropsliga, eru skitnu tankar hansara ein synd í sær sjálvum". Ein rabbini segði tó: "Hetta er kann vera farligt, tað tú uppnær er mótsatt av ynskinum, seksualiserar burkuna, sum setur hana í sama bás, sum at vera fáklæddur."

The Jerusalem Post skrivaði í 2010 at limur í Knesset, ísraelska tinginum, ætlaði at leggja fram lógaruppskot, "ið bannaði klædnapløgg, ið fjala allt likam og andlit hjá kvinnum. Lógaruppskotið fór ikki at gera mun á Muslimum og Jødum".

Sýria

Sýria er ein Baatiskur statur og vil forða nýstlu av burka. Ghiyath Barakat, tingmaður fyri hægri útbúgving, boðaði frá at sýriska stjórnin bannar næmingum, lærarum og starvsfólki at fjala andlit sítt í háskúlum landsins. Hann vildi meina at nýstla av sløri, arbeiddi ímóti akademisku virðum landsins.

Tadsjikistan

Í 2017 góðkendi Tadsjikistan eina lóg, ið kravdi at fólk "helt seg til siðbundnan tjóðarklædnað og mentan". Hetta er mett víða at vera ein roynd í at forða kvinnum frá at íklæðast muslimskum klædnaði, og tá serliga turriklæði bundnum undir høkuna, í mótsetningi til tadsjikitska turriklæðið, ið er bundið aftanfyri nakkan.

Evropa

Eysturríki

Í 2017 bannaði eysturríkiska stjórnin við lóg, nýstlu av andlitsfjalandi klædnaði almennum rúmi. Harímillum islamskan andlitsfjalandi klædnað. Stjórnin boðaði frá at viðurkensla og virðing av eysturíkiskum virðum, er lykilin av friðarligari samtilveru ímillum eysturíkiska meirlutan og tilflytaranar í landinum. Bannið kom í gildi í Eysturríki tann 1. oktober 2017, og hevur við sær eina bót uppá 150 evrur, um lógin verður brotin.

Belgia

29. apríl 2010 góðkendi belgiska undirhúsið eina lóg, ið bannaði klædnað, ið fjalir eins samleika í almennum rúmi. Uppskotið var góðkent uttan mótmæli, og var síðani góðkent av senatinum. BBC News metti at "bert umleið 30 muslimskar kvinnur út av umleið hálvari millión í Belgia nýtti slíkan klædnað". Bannið kom í gildi í øllum Belgia í juli 2011. 11. juli 2017 var bannið viðurkent av evropeiska mannarættindadómstólinum (ECHR), eftir at tvær muslimskar kvinnur vildu vera við at brotið hevði verið á mannarætti teirra.

Bulgaria

Tingið í Bulgaria bannaði allan klædnað, ið "partvís ella fullkomuliga fjalir andlit" í almennum rúmi, so sum stjórnarskrivstovur, læru- og menningarpláss, og almenn samlingarstøð. Undantikið var sjúkra- og/ella yrkisligar orsøkir. Lógin kom í gildi tann 30. september 2016. Brot á lógini kann hava við sær eina bót á 1.500 BGN (Uml. 5,700 DKK) Muslimska samfelagið er um leið 15% av bulgarska fólkatalinum, ið telur 7.1 millión fólk.

Danmark

Á heysti 2017 avgjørdi danska stjórnin, at koma við einum lógaruppskoti, ið bannar "klædnað og tilhoyr, ið fjalir samleikan".Í februar 2018 var lógaruppskotið enn í gerð, og stórt trætumál í Danmark.

Frakland

Burka hevur verið bannað í fronskum fólkaskúlum síðani 2004, tá tað var mett at vera eitt átrúnaðarligt symbol, líka sum kristni krossurin. Avgerðin var ein viðurkenning av lógini frá 1905, sum bannar næmingum og starvsfólki at ganga við eyðkendum átrúnaðarligum symbolum. Lógin er frá tíðini, tá franski staturin yvirtók flestu skúlarnar frá katólsku kirkjuni. Lógin er ikki galdandi fyri privatar og átrúnaðarligar skúlar. Hendan lóg var aftur viðurkend tann 22. juni 2009, tá franski forsetin, Nicolas Sarkozy segði at burka er "ikki vælkomin" í Fraklandi, og legði afturat at "Í okkara landi kunna vit ikki góðtaka at kvinnur eru fangaðar aftanfyri eitt slør, avskornar frá øllum sosialum lívi, og rændar sínum samleika". Franska tingið útnevndi 32 løgfrøðingar frá høgru- og vinstruvendum flokkum, ið skuldu arbeiða við eini verkætlan í 6 mánaðir, ið skuldi forða fyri nýstlu av burkuni. Løgfrøðiliga nevndin boðaði tinginum frá tann 26. januar 2010, at nýstla av burku skuldi bannast í allari almennari samferðslu og tænastu. 13. juli 2010 góðkendi stórur meiriluti franska tingsins eina lóg, ið bannaði burka og nikab.

14. september 2010 góðkendi stórur luti tingsins aftur eina lóg, ið bannaði burka í almennum rúmi. Lógin kom í gildi tann 11. apríl 2011. Tá lógaruppskotið var sent tinginum í mai var sagt soleiðis: "Tá tikið verður atlit til oyðileggingina av vanligum lívi í samfelagnum, stremban fyri virðing einstaklingsins, og javnrætti ímillum kynini, verður hesin siður, sjálvt um han er sjálvvaldur, ikki tolin í nørkum almennum rúmi".

Bannið verður alment kallað "Lógin, ið bannar einum at fjala andlit sítt í almennum rúmi". "Hon beinir ikki til Islam ella slør. Tingið metur ikki at lógin ímóti andlitsfjalan ikki ger mismun, tí talan er um allar borgarar, ikki bara muslimar. Undantøkur eru tilstaðar, tildømis: motorsúkluhjálmar, og/ella maskur fyri eitt nú sjúkraorsøkir, fegting, skíðing og karnivalir".

Í 2014 viðurkendi evropeiski mannarættindadómstólurin franska burkubannið, góðtakandi forkláring franska tingsins um "eina fatan af felags samtilveru".

Týskland

Í 2016, tá Angela Merkel, týsklandskanslari, játtaði tilnevning sína til endurvals, heitti hon á at banna burka í Týsklandi "allastaðni har tað var lógliga møguligt". Hetta var týtt sum stuðul til Thomas de Maizière innanríkisráðharra, ið áður var komin við einum lógaruppskoti, ið bannaði fulltfjalandi andlitsslør í almennum bygningum. Áheitanin var sæð sum ein roynd at minka vreiåi fólksins yvir handling Merkel á tilflytarakreppuni, ið herjaði Týsklands, metti anti-tilflytaraflokkurin AfD. Í 2017 var ein lóg sett í verk, ið bannaði andlitsfjalandi klædnað hjá hernaðarligum og almennum starvsfólki í arbeiðstíð. Eisini í 2017 kom onnur lóg í verk, skipað av týsku tingsamferðslunevndini, ið bannaði burka hjá bil- og trukkførarum. Í juli 2017 bannaði staturin Bayern andlistfjalandi klædnað hjá lærarum, almennum starvsfólki, og næmingum á fólka- og háskúlum.

Í august 2017 bannaði staturin Niedersachsen burka og nikab í fólkaskúlum. Hetta var eftir at ein muslilimskur fólkaskúlanæmingur í Osnabrück, nýtti klædnaðin og noktaði at skifta í skúlanum í fleiri ár. Eftir at hon gavst í skúlanum, varð lógin sett í verk fyri at forða at slíkt hendi aftur.

Italia

Í Italia var ein anti-yvirgangslóg sett í verk í 1975, ið bannaði andlistfjalandi klædnað. Hetta var í ófriðartíð í Italia, tó ikki við hóttan frá Islam. Í 2010 var sagt frá eini tunisiskari kvinnu, ið fekk 500 evrur í bót vegna brot á hesi lóg. Tó eru átrúnaðarligar orsøkir tiknar sum ein góð grundgevin fyri at fjala høvuð sítt.

Lettland

Lettland bannaði alla nýstlu av burka í 2016.

Malta

Malta hevur ongar forðingar fyri klædnaði sum sløri (hijab) ella fulltfjalandi andlitssløri (burka og nikab), men strangt talað er slíkur andlitsfjalandi klædnaður bannaður. Eitt alment bann av andlitsfjalan er ógreitt. Tað er loyvt at vera klæddur sum einum lystir í sínum egna heimi, og í moskuni. Imam El Sadi segði, at útfrá hansara hugsjónum, metti hann at alment bann á burka og nikab "fornermar muslimskar kvinnur". El Sadi segði eisini at maltesiski hugburðurin ímóti muslimskum kvinnum var jaligur, og burtursæð frá menningarligum ósemjum, toldu maltesar klædnaðin. Summar muslimskar kvinnur vilja meina at tað er synd, at vera sæddur uttan burka, men velja tó at taka slørið av tá tær eru noyddar lógarinnar vegna.

Niðurlond

27. januar 2012 bannaðu Niðurlond allan klædnað, ið fjalir eins samleika. Bótin fyri lógarbrotið kundi fara heilt upp í 380 evrur. Í oktober 2012 var lógin broytt, so hon bert fevndi um almenna ferðslu, sjúkrahúsverk, útbúgvingarstovnar, og almennar stovnar, heldur enn alt alment rúm.

22. mai 2015 var ein lóg sett í verk, ið bannaði burka frá øllum almennum støðum. Burka og nikab er tó loyvt í almennum rúmi. Almenn støð fevna um alla almenna samferðslu, útbúgvingarstovnar, sjúkrahúsverk, og stjórnarbygningar. Eisini er burka og nikab bannað í tingsalinum. Løgreglumenn hava loyvi til at biðja um at slør verður tikið av í sambandi við iva um samleika. Onnur undantøk eru til dømis karnivalir og onnur tiltøk, íttróttartiltøk, og yrkiskrøv.

Noreg

Á heysti 2017, góðkendi Noreg eina lóg, ið bannar "Klædnað og tilhoyr, ið ger andlit ókennandi" í fólka- og háskúlum.

Sveis

Burka var bannað í Ticino í Sveis, eftir at ein borgari kravdi eina fólkaatkvøðu. 65% atkvøddu fyri, og bannið var sett í verk, galdandi frá juli í 2016. Brot á lógini gevur eina bót á 10.000 CHF.

Stóra Bretland

Klædnaðurin hevur fleiri ferðir verið til umrøðu í Stóra Bretlandi. Fyrrverandi limur í bretsku stjórnini, Jack Straw, bað muslimskar kvinnur í hansara umráði, um at taka burtur slør og annan andlitsfjalandi klædnað, tá tær vóru boðaðar á fund hjá honum. Hann upplýsti miðlarnar at hatta var ein fyrispurningur, og ikki eitt krav frá hansara síðu, og at eitt kvinnuligt starvsfólk altíð var tilstaðar til umráddar fundir. Miðlarnir vóru á vási eftir hetta.Summir muslimskir felagskapir søgdu seg skilja støðu hansara, meðan aðrir tulkaðu hetta sum mismun.

Ein kanning í 2011 vísti á at 66% av bretska fólkinum stuðlaði undir banni á burka í almennum rúmi. Tó var burkubann niðurstemmað av fyrverandi konservativu-liberalsku-demokrat stjórnini. Núverandi konservativa stjórnin hevur enn ikki gjørt sær eina mynd av burkupolitikki sínum.

Oseania

Avstralia

Burka 
Graffitti í Sydney Avstralia, ið mótmælir nýstlu av burku.

Í 2010 heitti avstralski senatorin Cory Bernardi á at burkan skuldi bannast í Avstralia, og kallaði hana "óavstralska" Bannið kom aldrin í verk, og kjakið um burkuna heldur fram.

Í 2011 var Carnita Matthews frá Sydney dømd 6 mánaðir í fongsul, eftir at hava útalað seg, um at ein løgreglumaður hevur skulað tikið burtur nikab hennara uttan hennara samtykki. Miðlarnir skrivaðu skeivt, og søgdu hana hava verið ílatna í burka. Løgreglumaðurin hevði hálað hana til síðis til eina tilvildarliga alkaholtest, og hevði givið Matthews eina bót fyri brot vegna ósamsvarandi koyriprógv. Matthews skal so hava klagað løgreglumannin á løgreglustøðini íklædd nikab. Clive Jeffreys dómari vísti klaguni aftur, tá hann helt tað vera ósamsvar ímillum undirskriftina á koyrikortinum, og á klaguni. Eftir hetta royndi hon at kæra fyri rættarkostnað. Tá kom í ljós at Matthews hevði fleiri ógoldnar bøtur, og frátikin koyrirættindi, og setti tað skugga á trúvirði hennara. 4. juli 2011 gjørdist New South Wales fyrsti statur í Avstralia at góðkenna lóg, ið gav løgreglufólki loyvi at krevja at nikab verður tikið frá andlitinum, sosum eisini motorsúkluhjálmar og annað andlitsfjalandi tilhoyr, tá spurt verður um samleika.

Í oktober 2014 kravdi talarin og forseti senatsins í Canberra, at kvinnuligir vitjandi, ílatnir andlitsfjalandi klædnaði, skuldu sita aftanfyri ein glasrút, ið vanliga var nýttur tá skúlabørn komu at vitja. Hetta var gjørt eftir tíðindi um ein politiskan ktivist bólk, ið skuldi ætlað sær at forstýra tingfundin. Forsætisráðharrin Tony Abott var ímóti hesi avgerð. Avgerðin var seinni tikin aftur.

Í august 2017 møtti senatorin Pauline Hanson í senatið ílætin burka í mótmæli, og kravdi at plaggið skuldi bannast. Eftir hetta vísti ein kanning á at stórur luti avstralska fólksins stuðlaði undir burkubanni.

Norðuramerika

Kanada

18. oktober 2017 vóru burkur og nikab bannaðar í Quebec.

Leinkjur úteftir

Keldur

Tags:

Burka Í islamiskum tekstumBurka Runt heiminBurka Leinkjur úteftirBurka KeldurBurka

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Suni úr HørgKelvinstiginPáskaoyTjernobyl vanlukkanSeinni heimsbardagiLøgtingsvalið 20155Bygdir og býir í FøroyumHeimastýrislóginKuvait27Løgtingsvalið 2019Amsterdam1715Vincent van GoghPáskirTelduspøl1967GoogleMarie AntoinetteMuhammad AliG719. øldAristotelesHagfrøðiPamela AndersonSunni IslamNew OrleansBenelukslondiniŃTalorð20. øldSovjetsamveldiðStevnur í Føroyum2023KaliforniaBotulismaJuliTýskt mál1EvropaMarianna Debes DahlKjadGrazElvis PresleyVíkingurFTeldufrøðiAngolaHalgimenniSkaldsøga1952JuniPortugisiskt málBerlinZN.va1784Axel TórgarðKommunisma33SandavágurButan1957Vladimir PutinÁtrúnaður í Føroyum🡆 More