Geytin

Geytin er ein føroysk filmsvirðisløn, sum Nils Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, byrjaði.

Fyrsta tiltak var 11. desember í 2012. Filmsvirðislønin hevur verið sjónligasta tiltak at varpa ljós á føroyska filmsgerð. Øll fimm árini, frá 2012 til 2016, var Geyta-tiltakið hildið 11. desember. Í 2017 var einki Geyta-tiltak, tí tað varð flutt til 24. februar í 2018. Í 2018 vóru upphæddirnar á báðum virðislønum hækkaðar, soleiðis at Geytin, ið fyrr var 25.000, nú er 30.000 krónur, og Áskoðaravirðislønin, ið fyrr var 15.000 krónur, nú er 25.000 krónur.

Virðislønin er uppkallað eftir Herálvi Geyti (ella eftir Geytanum, sum hann vanliga var nevndur), ið ferðaðist kring oyggjarnar í Føroyum í 1960-árunum og 1970-árunum, og vísti film, har sum eingin biografur var. Geytin var kollfirðingur, føddur í 1914 og deyður í 1985.

Tvær virðislønir

Geyta-virðislønin varð fyrstu ferð handað 11. desember 2012 á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum, har allir tilnevndir filmar vóru vístir. Skopuningurin Sakaris Stórá vann fyrstu Geyta-virðislønina fyri filmin Summarnátt, meðan Annika á Lofti vann áskoðaravirðislønina fyri filmin Mist. Talan er um eina høvuðsvirðisløn og eina áskoðaravirðisløn. Tann, sum vinnur høvuðsvirðislønina, fær pr. 2018 handað 30.000 krónur, ið ein fyritøka letur, í 2018 var tað BankNordik, ið læt hana, áður hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið hana, og harumframt fær vinnarin eisini eina standmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Tað er ein dómsnevnd við Birgir Kruse úr Filmsfelagnum sum formanni, ið velur vinnaran, ið fær Geyta-virðislønina. Áskoðarnir, sum eru til Geyta-kvøldið í Norðurlandahúsinum, atkvøða fyri tí filminum, ið teimum dáma best, og vinnarin fær áskoðaravirðislønina, ið er á 25.000 krónur. Tað plagar at vera Tórshavnar kommuna, ið letur áskoðaravirðislønina, men í 2020 var tað Runavíkar kommuna, ið læt stuðul til Áskoðaravirðislønina. Frá 2012 til 2016 var Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur. Tórshavnar kommuna er eins og Norðurlandahúsið altíð umboða í Geyta-dómsnevndini.

Vinnarar

Vinnarar av Geytanum

Vinnarar av Áskoðaravirðislønini

  • 2012 - Mist, leikstjóri: Annika á Lofti
  • 2013 - Munch, leikstjóri: Jónfinn Stenberg
  • 2014 - Skuld, leikstjóri: Heiðrikur á Heygum
  • 2015 - Tunnan, leikstjórar: Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge
  • 2016 - Et knæk, leikstjóri: Andrias Høgenni
  • 2018 - Maðurin við Blæuni, leikstjóri: Maria Tórgarð
  • 2019 - Omman, leikstjóri: Julia í Kálvalíð
  • 2020 - Trøllabeiggi, leikstjóri: Gudmund Helmsdal
  • 2021 - Handanland, leikstjóri: Barbara Lervig
  • 2022 - Sálarkvøl, leikstjóri: Eir í Ólavsstovu

Tilnevndir filmar

Tilnevndir filmar 2021

  1. Perlan – Terji Mohr
  2. Skúla Scam - 5. Partur - Tóki Jansson
  3. Móðir / KATA - Heiðrik á Heygum
  4. Spillarin - Dina Fríða Poulsen
  5. Handanland - Barbara Lervig
  6. Karlo and Luddi - Rói Davidsen
  7. Storymusic - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen
  8. Kavakríggj - Leann á Kósini
  9. Kall – Nóllywood

Tilnevndir filmar 2020

Filmarnir eru frá 2019, 20 filmar vóru sendir inn til kappingina um Geytan, harav vóru 8 filmar valdir út.

  1. Við fyrsta eygnabrá - Esther á Fjallinum - (11:30 min.)
  2. Verkir (partur 1 av 3) - Theresa Jákupsdóttir & Karina Jákupsdóttir - (23:29 min.)
  3. Hví eru vit her? - Búi Dam & Dánjal á Neystabø - (22:00 min.)
  4. Ósøgd orð - Ung frá Nóllywood 2019 - (9:49 min.)
  5. Trøllabeiggi - Gudmund Helmsdal - (30:00 min.)
  6. The River - Atli Brix Kamban 2019 - (3:31 min.)
  7. Smoothie Baby - Ung frá Nóllywood 2019, animatiónsfilmur - (1:40 min.)
  8. Vit/Kenslur - Ung frá Nóllywood 2019, dokumentarur - (13:53 min.)

Vertur var Finnur Koba. Filmurin Pápar mugu ikki forskrekkjast eftir Jónfinn Stenberg var eisini vístur. Filmurin vann stuttfilmskappingina hjá Klippfisk í 2019.

Tilnevndir filmar 2019

  1. 12. Leikstjórar: Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.
  2. Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð
  3. Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð
  4. Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni
  5. Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban
  6. Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum
  7. Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal
  8. Et visit. Leikstjóri: Sára Wang

Tilnevndir filmar 2018

  1. Myndamálarin - Gudmund Helmsdal
  2. 111 góðir dagar - Trygvi Danielsen
  3. Skóhorn(y) - Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal
  4. Fisherman - Franklin Henriksen
  5. Frosthvarv - Franklin Henriksen
  6. Maðurin við Blæuni - Maria Tórgarð
  7. Collision Course - Rói Davidsen
  8. Sorte Hunde - Atli Brix Kamban
  9. Wünder Pitsa - Hanus Johannessen

Tilnevndir filmar 2016

  1. Óttafet - Nóllywood
  2. Nattens Stjerner - Atli Brix Kamban
  3. Frávik - Maria G. Tórgarð
  4. Bittersweet - Rói Davidsen
  5. Marra - Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinnur Jákupsson
  6. Ramblers - Hanus Johannessen
  7. Et knæk - Andrias Høgenni

Tilnevndir filmar 2015

21 filmar vóru sendir inn til kappingina um virðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin. Av hesum 21 filmunum valdi dómsnevndin 10 filmar, ið vóru sýndir á filmskvøldi í Norðurlandahúsinum 11. desember 2015.

  1. Alda - Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir, spælifilmur, 7:15 min
  2. At liva við tí - Ása Pálsdóttir og Rebekka Eliasen, heimildarfilmur, 10:17 min
  3. Birting - Leo Lávík, spælifilmur, 10:14 min)
  4. Mítt navn er Adam - Rói Davidsen, 3D animatiónsfilmur, 5:30 min
  5. Gakk tú tryggur - Dávur Djurhuus, spælifilmur, 4:00 min
  6. Tunnan - Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, spælifilmur, 28:00 min
  7. Slitið saman - Sára Wang og Maria Winther Olsen, spælifilmur, 8:00 min
  8. Boys - Sunniva Sundby og Julia í Kálvalíð, heimildarfilmur, 6:45 min
  9. Stina Karina - Andrias Høgenni, spælifilmur, 10:00 min
  10. Dalur - Heiðrikur á Heygum, spælifilmur, 30:00 min

Tilnevndir filmar 2014

  1. Risin og Kellingin, stop motion filmur, Helga Djurhuus 4:23
  2. Det mand ikke taler om, hybrid-heimildarfilmur, Andrias Høgenni 25:00
  3. Just another day, heimildarfilmur, Petra Eliasardóttir Mikkelsen, 5:51
  4. Sum einglar vit falla, stuttfilmur, Maria Winther Olsen, 28:00
  5. Autopilot, animatiónsfilmur, Rói Davidsen, 6:00
  6. Gongdin, stuttfilmur, ung á Nollywood, 5:46
  7. Kom og dansa, tragikomedia, Andrias Høgenni, 14:00
  8. Fall for Ewe, skaldsligur heimildarfilmur, Høgni Mohr & Jens Jákup Hansen, 2:29
  9. Podróżnik, stuttfilmur, Franklin Henriksen, 4:48
  10. Skuld, art horror, Heiðrikur á Heygum, 30:00

Tilnevndir filmar 2013

  1. Tú, sjónbandalag - Jóannes Lamhauge
  2. Terminal, stuttfilmur - Dávur Djurhuus
  3. Eina, stuttfilmur - Andrias Høgenni
  4. True Love, stuttfilmur - Heiðrik á Heygum
  5. Vetrarmorgun, stuttfilmur - Sakaris Stórá
  6. Munsch, stuttfilmur - Jónfinn Stenberg
  7. Byrta, tónleikavangamynd - Uni L. Hansen
  8. Lítla Ljósið, animatiónsfilmur - Hans Kristian E. Hansen

Eisini varð filmurin Big Places, dokumentarfilmur hjá Thomas Koba, vístur, men var tó ikki við í kappingini um virðislønirnar.

Keldur

Tags:

Geytin Navnið Geytin Tvær virðislønirGeytin VinnararGeytin Tilnevndir filmarGeytin KeldurGeytin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

GullBárður á Steig Nielsen.luPortugisiskt málOFøroyska stavraðiðMetalISO 8601MerkantilismaFausto CercignaniBergtóra HanusardóttirFidel CastroKýpros1980-áriniTjaldurKyivSydneyJeanne d'ArcAfghanistanIndiaSveisES-Parlamentið13851914.my.neM2022LisboaTheodor ThomassenHorton Hears a Who!1916Muhammad AliMerkiðMuhammedArnold LudvigPortugalFalkurMakrel20. øldKElektronKaspiska haviðNew OrleansDublinGrønlandTubbak64MainzJohn F. Kennedy21. januarManchesterKommunisma271998KaviHannover5D1590Umhvørvisstovan1882ÍslandBotulismaDagny JoensenRKristin1958🡆 More