Hannover

Hannover (enskt: Hanover) er ein býur í norðara parti í Týsklandi.

Býurin er høvuðsstaður í stakríkinum Niedersachsen og liggur uml. 150 km sunnan fyri Hamburg.

Hannover
Hannover. Ráðhúsið í miðbýnum.
Hannover
Miðbýurin úr erva.

Við ársbyrjan 2018 búðu um 535.061 fólk í býnum. Harvið er Hannover størsti býur í stakríkinum og 13. størsti í Týsklandi.

Hannover er universitetsbýur. Lærdi háskúlin varð settur á stovn í 1831. Síðan 2006 er Universität Hannover uppkallað eftir heimsgitna vísindamanninum og fjølfrøðinginum Gottfried Wilhelm Leibniz, sum livdi frá 1676 til 1716 í býnum.

Áin Leine rennur ígjøgnum býin.

Søga

Fyrstu ferð Hannover verður nevndur í skrivligum keldum, er í miðøld. Býurin verður nevndur sum Vicus Hanovere í einum skjali frá árinum 1150. Búsetingin fekk býarrættindi í 1241. Í 1692 gjørdist Hannover 9. kurfúrstadømið í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1814 til 1866 var Hannover høvuðsstaður í kongsríkinum Hannover. Í 1866, undir krignum millum Eysturríki og Proysen, hevði kongsríkið Hannover verið í parti við eysturríkarunum. Teir taptu móti Proyseni, og tí varð kongadømið Hannover tikið av eftir krígslok. Tað gjørdist ein landslutur í Proyseni, men býurin Hannover var framhaldandi høvuðsstaður í tí nýggja landslutinum. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.

Myndir

Hygg eisini at

Ávísingar úteftir

Wiki FøroysktHannover 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

09°43′00″E / 52.36667°N 9.71667°E / 52.36667; 9.71667

Keldur

Tags:

Hannover SøgaHannover MyndirHannover Hygg eisini atHannover Ávísingar úteftirHannover KeldurHannoverEnskt málHamburgTýskland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

29. novemberGeorge Michael1906MýrisnípaGrímur KambanSilkihegri8. desemberIranDýrG! Festival22. novemberNobelvirðislønin í bókmentumThe DoorsGana15. januarNigeriaTin1984Visible FishSuðuroyBMIKapitalismaJødarSólskipaninSvenskt mál2010Eg vil elska, eg vil livaSvøríkiAmerikanska KollveltinginTeldufrøðiNorðuramerikaFrits JohannesenBjörn SkifsEiffeltorniðFramsókn12. apríl12. mai.tc20. februarAlbaniaFøroysk Wikipedia3. marsHundurAlisfrøðiBóghvítuhvalurHumla8. marsPílurISO 8601Estiskt málThomas EdisonGorfuglurLars UlrichKaliforniumLeksandHttps1800System of a DownPostnummur í FøroyumKyknaForseti Sambandsríki AmerikaHavhestur🡆 More