Olaf Johannessen: Føroyskur sjónleikari

Olaf Heine Johannessen (føddur 8.

juli 1961 í Tórshavn) er ein føroyskur sjónleikari, sum er útbúgvin á Odense Teater Sjónleikaraskúla í 1986. Hann spælir sjónleikir í Danmark og Týsklandi og í donskum sjónvarpi og filmum.

Olaf Johannessen
Olaf Johannessen: Leiklutir í sjónleikum framførdir á palli í sjónleikarhúsi, Filmsleiklutir, Heiður
er eitt menniskja
Fødd(ur) 8. jul 1961 í/á Tórshavn
Alma mater Odense Teater
Starv sjónleikari á palli, filmsleikari, sjónleikari, raddaleikari
Foreldur faðir Eyðun Johannessen
Dátuheiti
VIAF 315549132
IMDB nm0423722
Commons Olaf Johannessen

Tá hann var liðugur við útbúgvingina, bleiv hann settur í starv á Aarhus Teater, har hann eitt nú spældi høvuðsleiklutin í leikinum Lykke-Peer (1988) og í Hamlet (1992). I 1994 varð hann settur í starv á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn, har hann var í føstum starvi í 10 ár. Síðan tá hevur hann starvast sum freelance sjónleikari. Í sjónvarpssamanhangi er hann eitt nú kendur fyri sín leiklut sum forsætisráðharrin Kristian Kamper í Brotsgerðin III (Forbrydelsen III). Í 2013 vann hann eina Robert-heiðursløn fyri sín hjáleiklut í Brotsgerðin, hann vann í bólkinum Ársins mannligi hjáleiklutur - sjónvarpsrøð (Årets Mandlige Birolle - tv-serie). Í 2014 vann hann virðislønina Teaterpokalen fyri at spæla leiklutin sum Eichmann í sjónleikinum Samtale før døden eftir Adam Price. Í 2015 fekk hann donsku virðislønina Ársins Reumert fyri besta mannliga høvuðsleiklut í sjónleikunum Samtale før døden og Mefisto á Betty Nansen Teatret, umframt Heksejagt, ið varð framførdur á Det Kongelige Teater. Í januar mánaði 2022 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins 2021 "fyri at lyfta leiklutirnar upp á eitt altjóða stig og vísa okkum menniskjað í øllum sínum fjølbroytni, um tað er ein nasistur, ein einaræðisharri, ein forsætisráðharri ella ein klovnur".

Olaf Johannessen er sonur leikstjóran Eyðun Johannessen og bróðir sjónleikarinnuna Anniku Johannessen.

Leiklutir í sjónleikum framførdir á palli í sjónleikarhúsi

Ikki fullfíggjað yvirlit

Ár Sjónleikarhús Sjónleikur Rithøvundur Leikstjóri Leiklutur (-ir)
2009 Teatret ved Sorte Hest Hjorten Vivian Nielsen Vivian Nielsen Jarl
Det Kongelige Teater
(Gestasjónleikur á Dramaten)
Language of Hope Das Beckwerk Das Beckwerk Mediet
Det Kongelige Teater Richard III William Shakespeare Staffan Valdemar Holm Lord Grey, 1. drápsmaður, Kong Edward IV, Ungi Richard av York, Stanley, borgarstjóri í London
Mamutteatret PPP Claus Flygare Minna Johannesson Pier Paolo Pasolini
Café Teatret Krasnoyarsk Johan Harstad Line Paulsen Antropologurin
Det Kongelige Teater Rødt og grønt Astrid Saalbach Søren Iversen Manne
2011-14 Schauspielhaus Düsseldorf Karte und Gebiet Michel Houellebecq Falk Richter Michel Houellebecq
2013-14 Schauspielhaus Düsseldorf Peer Gynt Henrik Ibsen Staffan Valdemar Holm Peer Gynt
2013 Grønnegårds Teatret Fruentimmerskolen Molière Madeleine Røn Juul Arnolphe
2014 Betty Nansen Teatret Samtale før døden Adam Price Peter Langdal Adolf Eichmann
2014 Betty Nansen Teatret Mefisto Ariane Mnouchkine Peter Langdal Hendrik Höfgen
2015 Det Kongelige Teater Heksejagt Arthur Miller Roger Vontobel John Proctor
2015-16 Schauspielhaus Bochum Rose Bernd Gerhard Hauptmann Roger Vontobel Christof Flamm
2015-16 Det Kongelige Teater Puntila Bertolt Brecht Staffan Valdemar Holm Puntila
2016 Teater République Topmøde for de mest deprimerede Bla. Shakespeare,Goethe,Büchner,Ibsen,Dante Staffan Valdemar Holm
2016 Grønnegårds

Teatret

Jeppe på bjerget Holberg Thomas Bendixen Jeppe

Filmsleiklutir

Ár Filmur Leikstjóri Leiklutur Annað
1999-2000 Morten Korch - Ved stillebækken Ole Stillebæk Sjónvarpsrøð, TV2
2009 Alting bliver godt igen Christoffer Bro Michael
2010 Pagten Jesper W. Nielsen Kim Landbetjent Sjónvarps jólakalendari, DR1
Blekingegade Jacob Thuesen Kenneth Ebbe Sjónvarpsrøð, TV2
2012 Borgen

Forbrydelsen III

Jannik Johansen

Kristoffer Nyholm

Jørgen Hedegaard

Kristian Kamper

Sjónvarpsrøð, DR1

Sjónvarpsrøð, DR1

2014 1864 Ole Bornedal C.C. Hall Sjónvarpsrøð, DR1
2015 Skammerens Datter Kenneth Kainz Mester Maunus Filmur
2015 Broen lll Henrik Georgsson-Rumle Hammerich Lars Sjónvarpsrøð, DR1

Heiður

  • 2004 Olaf Poulsens Mindelegat
  • 2009 Poul Reumerts Mindelegat
  • 2010 Lauritzen-heiðurslønin
  • 2013 Robert heiðursløn fyri besta hjáleiklutin hjá monnum í sjónvarpsrøð
  • 2013 Tilnevndur týska sjónleikaraheiðurslønina Der Faust fyri sín leiklut sum Peer Gynt á Düsseldorf Schauspielhaus
  • 2013 Tilnevndur danska Teaterpokalen fyri sín leiklut sum Arnolphe í Fruentimmerskolen á Grønnegårdsteatret
  • 2013 Útnevndur Riddari av Dannebrog
  • 2014 Móttók Teaterpokalen fyri at spæla A.Eichmann í Samtale før døden eftir Adam Price
  • 2014: Fekk Ole Haslunds listalegat
  • 2014: Kosin Årets skuespiller av Berlingske.
  • 2015: Fekk Ársins Reumert fyri besta mannliga høvuðsleiklut í Samtale før døden og Mefisto, Betty Nansen Teatret, umframt Heksejagt, Det Kongelige Teater
  • 2016: Fekk Ársins Reumert fyri mannliga høvuðsleiklut í Puntila, Det Kongelige Teater.
  • 2018: Reumert virðisløn fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst".

Keldur

Wiki FøroysktOlaf Johannessen: Leiklutir í sjónleikum framførdir á palli í sjónleikarhúsi, Filmsleiklutir, Heiður 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Olaf Johannessen Leiklutir í sjónleikum framførdir á palli í sjónleikarhúsiOlaf Johannessen FilmsleiklutirOlaf Johannessen HeiðurOlaf Johannessen KeldurOlaf Johannessen19618. juliFøroyarTórshavn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Nicolás MaduroSkamMichelle ObamaBygdir og býir í FøroyumMaria StuartEdmund JoensenRené DescartesJapanMannMark CavendishWilliam ShakespeareGibraltarJiddiskt mál1169NHongkongAretha FranklinJóan Símun EdmundssonSpanskt málGregorianski kalendarinÍdnaðarkollveltinginRichterstiginAmerikonsk landafrøðiBoris JeltsinYayoi Kusama1922Kalda kríggiðGoogleFrederiksbergGnagdýrKinversk teknArabiskt málAlgoritmaEivør PálsdóttirGasageirinMarokkoDanmarkSotsjiFA Šiauliai29. marsKarin KjølbroRinganna Harri - Ringliðið (filmur)Henry KissingerJoan CrawfordAlkoholMike PenceBotulisma10. februar.tzBrøðrasamkomanPamela AndersonMontréalSkírhósdagurDima BilanDumboBloggurRussiskt málBrasilia9232028HetlandÍrskt málKanadaDonald TrumpSøguligar hendingarÍslandSuðuramerikaDanskt málPotsdamNatalia Oreiro🡆 More