Shinzō Abe (japanskt: 安倍 晋三, Abe Shinzō; føddur 21.
september">21. september 1954 í Shinjuku í Tokyo, deyður 8. juli 2022 í Nara í Japan) var japanskur politikari. Hann var limur í Liberala demokratiska flokkkinum (LDP).
Abe var forsætisráðharri í Japan frá 2006 til 2007 og frá 2012 til 2020. Hann var longst sitandi forsætisráðharri í japansku søguni. Báðu ferðirnar legði hann frá sær sum forsætisráðharri av heilsutrupulleikum.
Tann 8. juli 2022 varð fyrrverandi japanski forsætisráðharrin skotin meðan hann helt røðu undir einum politiskum tiltaki í Nara-økinum har vesturi í Japan. Shinzo Abe varð raktur av tveimum skotum, meðan hann á opnari gøtu stóð og helt røðu. Hann doyði av løstum. Maðurin ið er tikin fyri at hava dripið Shinzo Abe, verður lýstur sum fyrrverandi limur í japonsku sjóverjuni. Sambært miðlum hevur hann játtað seg sekan og sagt, at hann var ónøgdur við fyrrverandi forsætisráðharran og vildi tí drepa hann.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Shinzo Abe, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.