Rumenskt er eitt romanskt mál, ið verður tosað í Rumenia, Moldova og spjatt í ymiskum londum á Balkan.
Rumenskt er alment mál í Rumenia.
Rumenskt er í summum førum meira konservativt enn tey vestligu romansku málini. Málið hevur varðveitt eina skipan við føllum, soleiðis at navnorð og lýsingarorð bendast í trisum føllum: hvørfall/hvønnfall (nominativ/akkusativ), hvørjumfall/hvørsfall (dativ/genitiv) og tiltalufall (vokativ):
băiat "drongur" | fată "genta" | ||||
---|---|---|---|---|---|
óbundið | bundið | óbundið | bundið | ||
Eintal | hvørf./hvønnf. | băiat | băiatul | fată | fata |
hvørjumf./hvørsf. | unui băiat | băiatului | unei fete | fetei | |
tiltaluf. | băiatule | fată/-a/-o | |||
Fleirt. | hvørf./hvønnf. | băieţi | băieţii | fete | fetele |
hvørjumf./hvørsf. | unor băieţi | băieţilor | unor fete | fetelor |
Sum tað sæst, so hevur rumenskt eitt eftirhongt bundið kenniorð, mótsatt hinum rumensku málunum, men eins og í norðurlendskum, (drongin, gentan). Tað bundna kenniorðið kemur eins og í hinum romansku málunum av tí latínska ávísingarfornavninum (demonstrative pronomen) ille "hasin har", t.d. homo ille > rumenskt omul / ille homo > franskt l’homme "maðurin".
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Rumenskt mál, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.