Sosialistisk Ung (stytting SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum.
Ungmannafelagið varð stovnað í 1965 og æt tá Sosialistiskt Ungmannafelag. Í 2009 varð SU endurstovnað, og navnið varð broytt til Sosialistiskur Ungdómur, og í 2010 varð navnið broytt til núverandi navnið Sosialistisk Ung.
Sosialistisk Ung | |
---|---|
Forfólk | Paul Kjartan Matras |
Stovnað | 1965 |
Móðurflokkur | Javnaðarflokkurin |
Høvuðsskrivstova | Niels Finsensgøta 14, Tórshavn |
Heimasíða | |
http://sosialistiskung.net/ |
SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum. Hetta sæst m.a. við, at Sosialistisk Ung hava tikið støðu til summi etisk mál, ið Javnaðarflokkurin ikki hevur við í síni stevnuskrá, eitt nú innan LGBT rættindi.
SU er limafelag í International Union of Socialist Youth (IUSY), ið er altjóða felag fyri sosialdemokratisk ungmannafeløg.
Í árliga aðalfundin hjá SU, 10. septembur 2016, vórðu lokalfeløgini SU Suður, SU Mið og SU Norð formelt sett á stovn. Eisini var avgjørt, at upprunaliga nevndin í SU skuldi gerast landsnevnd og aðalfundurin broytast til landsfund.
Landsnevndin, 2022/23:
Landsnevndin er mannað sum fimm manna nevnd við forfólki, næstforfólki, skrivara, kassameistara og einum eykalimi. Eisini eru tveir tiltakslimir og eitt umboð úr hvørjum lokalfelagi.
SU Mið
SU Norð
SU Suður
Nevndin í SU Suður hevur enn ikki skipað seg, men Manne Næs Mortansson er formaður í Nevndini.
Útisetanevndin
SU er einasta føroyska ungmannafelagið, ið hevur eina útisetanevnd. Nevndin hittist til fund umleið fjúrtanda hvønn dag.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Sosialistisk Ung, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.