Aalborg

Aalborg (Ålborg) er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark.

Í býnum búgva 109.092 fólk, um Nørresundby verður taldur við, so er íbúgvaratalið 126.556, hetta fólkatalið ger Aalborg til tann fjórðstørsta býin í Danmark. Í Aalborg kommunu búgva 201.142 (2012), hetta ger kommununa til ta trið størstu kommunu í Danmark, næst eftir Keypmannahavn og Århus. Hin 1. januar 2007 legði Aalborg kommuna saman við grannakommununum Hals, Nibe og Sejlflod.

Aalborg
Nytorv í miðbýnum á Aalborg

Søga

Søgan hjá Aalborg býi fer meira enn 1000 ár aftur í tíðina. Alabu er tað fyrsta kenda navnið fyri Aalborg, tað er skrivað á pengamyntir sum eru frá 1040-árunum. Býurin fekk keypsrættindi í 1342.

Áðrenn Víkingatíð

Aalborg 
Lindholm Høje (Lindhólm Heyggjar)

Hildið verður, at býurin varð bygdur í Víkingatíðini, men prógv eru funnin um at fólk hava búð har í nógv longri tíð enn so. Orsøkin til at býurin er har ið hann er, er tann at staðið er eitt gott stað at ferðast yvir um Limfjørðin, sum er smalur á hesum staði, umframt at her vóru góðir havnamøguleikar har ið áin Eysturá (Østerå) rennur út í fjørðin. Í Jarnøldini lógu fleiri bygdir á fleiri av kritheyggjunum, har núverandi Aalborg er bygdur. Teir týdningarmesti av hesum heyggjum vóru Lindholm Høje, Tranders og Hasseris. Á Lindhólm Heyggjunum er eitt gravarstað, sum var í nýtslu tíðarskeiðið 400 e.Kr. til 1000 e.Kr. enn sjónligt.

Víkingatíðin

Hildið verður, at tann fyrsta staðsetingin á Aalborg var við munnan á Eysturánni við Limfjørðin, í tí økinum har ið gøturnar Algade og Boulevarden møtast í dag. Áin virkaði sum havn eins og áir gjørdu í øðrum býum á handilsstøðum í Danmark í Víkingaøldini. Undir teimum eldstu húsunum hevur man funnið spor eftir landbúnaði. Eftir øllum at døma hevur ein bygd verið her frá umleið ár 800 e.Kr.

Keldur

Slóðir

Wiki FøroysktAalborg 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

9°55′21.36″E / 57.0466000°N 9.9226000°E / 57.0466000; 9.9226000

Tags:

Aalborg SøgaAalborg KeldurAalborg SlóðirAalborgDanmarkJútlandKeypmannahavnÅrhus

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SálarfrøðiVenusGreta ThunbergTaoismaHavHeri Joensen (prestur)NasismaUlf KristerssonBeijingNFLNóaBurmaYvirgangsálopið 9/11Dagur og vikaWikiHavannaKuvaitGongustjørnurLuciano PavarottiOrlando BloomSt Vinsent og GrenadinoyggjarInternetFaðir várPostnummur í FøroyumJoan CrawfordWalt DisneyTokKanadaJósef StalinÍtrótturRonald ReaganVistfrøðiSosialismaSouth ParkSupermanGeorg III av StórabretlandiNobelvirðislønin í bókmentumGeorge CarlinKommunismaGermanarUngarnRastafarilæran.idSavningarflokkurinSjónvarp FøroyaManchester City F.C.Istanbul8. desemberEysturtimorFlogmýsTina TurnerNapoleon BonaparteNiueBorgarstjóriEddy Merckx2016UpprunaamerikanararHinduismaLexington (Kentucky)ArmeniaKálvur lítliVøtn í FøroyumAC Milan309 f.Kr.9. juni19. marsTeldufrøðiClaudio Monteverdi1929Margaret Thatcher12. juliVladimir LeninUniversity of Cambridge🡆 More