Dennis Holm: Føroyskur politikari og samfelagsfrøðingur

Dennis Holm (føddur 2.

mai">2. mai 1972) er ein føroyskur politikari, samfelagsfrøðingur og rithøvundur.

Dennis Holm
Dennis Holm: Lívsleið, Familja, Útgávur í úrvali
er eitt menniskja
Fødd(ur) 2. mai 1972 í/á Vágur
Alma mater Aalborg University
Starv politikari, samfelagsfrøðingur, political scientist
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Foreldur faðir Óli Holm
Dátuheiti
Commons Dennis Holm

Hann varð útbúgvin sum cand.scient.pol. í samfelagsfrøði frá Aalborg Universitet í 1998.

Lívsleið

Áðrenn Dennis bleiv virkin innan politikk, var hann virkin í lokalsamfelagnum í Vági og í Føroyum sum heild. Hann er ein av stigtakarunum til Parkina við Sandin í Vági, hann er eisini ein av stigtakarunum til verkætlanina um at byggja 50-metra svimjiyl á Oyrunum í Vági. Hann er í nevndini fyri Vágs Sóknar Bygdasavn. Hann hevur fleiri ferðir verið við til at fyriskipa stór tónleikatiltøk, eitt nú Jóansøkufestivalin, tá hesin hevur verið í Vági. Hann var eisini ein av limunum í Five Star Entertainment, sum fekk stór tónleikanøvn til Føroya, eitt nú Bryan Adams og Elton John, sum høvdu konsertir á Tórsvølli í Havn. Konsertin við Bryan Adams var hin 4. juni 2008. Konsertin við Elton John var 29. juni 2010.

Frá oktober 2005 var hann í starvi sum leiðari fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Áðrenn hann gjørdist leiðari, starvaðist hann sama stað frá 1999. Depilin fyri Samfelagsmenning er partur av Fróðskaparsetur Føroya. Hann undirvísti á Fróðskaparsetrinum bæði áðrenn og eftir, at hann var borgarstjóri í Vágs kommunu.

Politisk lívsleið

Hann var býráðsformaður í Vágs býráð frá 1. januar 2013 til 31. december 2020, hann varð valdur inn á listanum hjá Tjóðveldi. Hann varð valdur til borgarstjóra eftir at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin høvdu skipað samgongu.

Á løgtingsvalinum 2022 stillaði hann upp fyri fyrstu ferð til løgtingið, hann bleiv valdur við 305 atkvøðum. Dennis Holm blev opstillet til lagtinget for første gang ved valget i 2022 og blev valgt med 305 personlige stemmer. Tá ið landsstýrið varð skipað 22. desember 2022 varð hann útnevndur til landsstýrismann í fiskimálum og samferðslumálum.

Familja

Dennis er sonur Elise og Óla Holm, sum er fyrrverandi mentamálaráðharri og fyrrverandi formaður fyri FSF. Hann er giftur við Heidi Kilgour, tey eiga trý børn.

Útgávur í úrvali

Dennis hevur eitt nú skrivað fleiri vísindaligar ritgerðir, upprit, greinar, arbeiðsrit o.a.

  • 2011 - Dennis Holm: "Løgtingsvalið 2011: Útjaðarin mótvegis miðstaðarøkinum", í Stefan í Skorini og Høgni Reistrup: "Valið og Valdið - ein tvørskurður av løgtingsvalinum 2011", Sprotin 2011.
  • 2008 - Dennis Holm og Bogi Mortensen: Nøgdir og nýbrot – føroysk fiskivinnumenning í fimmti ár; Bókaútgáva (Book). Tórshavn: Sprotin.
  • 2003 - Dennis Holm - Ynski og tørvur á eldraøkinum í Vágum

Keldur


Tags:

Dennis Holm LívsleiðDennis Holm FamiljaDennis Holm Útgávur í úrvaliDennis Holm KeldurDennis Holm19722. maiFøroyar

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Al PacinoVjetnamÁPeter FondaHeine HestoyEysturoyAtlantic AirwaysNLeypárVladimir PutinFótbóltur í FøroyumHans Andrias KeldubergDustsúgvariTommy LeeKommunur í Føroyum1368TindhólmurMariah CareyHeilivágurTannlæknar í Føroyum27. juniFøroyarSlovenskt málNashvilleSosialistisk Ung24. oktober2006Viggo MortensenJólafundurin 1888Karl MarxNúverandi hendingar21. oktoberTjóðHolgar JacobsenTaylor SwiftJÓli PetersenGrover ClevelandKirkjubøkur28. novemberPorkeriSuðuroySeyðurGuernseyIranSaddam HusseinWolverhampton2008Oprah WinfreyTýskland.bgSimone de BeauvoirSjón1812QTokLundiMentanarvirðisløn LandsinsUmboðsmannatingið í USAvuxt8Skúvoyar kommunaFøroyski tjóðbúninVákur3. juniGøtu kirkjaFilipsoyggjarLítil valmásiThe DoorsAlfrøðiEstland2007Slættaratindur🡆 More