Margaret Thatcher

Margaret Hilda Thatcher (f.

13. oktober 1925 í Grantham, Lincolnshire, Stóra Bretland, deyð 8. apríl 2013) var fyrsta, og higartil einasta kvinnan, sum hevur verið forsætisráðharri í Stóra Bretlandi. Margaret Thatcher bleiv kend sum "Jarnkvinnan", serliga aftaná at hon stóð á odda fyri Stóra Bretlandi undir Falklandskrígnum í 1982. Hon var leiðari fyri konservativa flokkinum frá 1975 til 1990. Hon gjørdist forsætisráðharri í 1979 og noyddist at leggja frá sær í 1990, tá egni flokkur hennara vrakaði hana.

Margaret Thatcher
Margaret Thatcher.

Lívssøga

Margaret Hilda Thatcher varð borin í heimin hin 13. oktobur í árinum 1925 í Lincolnshire. Hon tók útbúgving innan evnafrøði, og longu í lestrarárunum bleiv hon virkin í politikki sum triði kvinnuligi formaður í Oxford University Conservative Association í 1946. Í nøkur ár starvaðist hon sum granskari í evnafrøði. Seinri fór hon at lesa til sakførara og tók prógv í 1953 við sergrein í skattalóggávu. Í 1959 bleiv hon vald í House of Commons fyri Conservative Party. Í 1975 bleiv hon leiðari í flokkinum – sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð. Hon var eisini tann fyrsta kvinnan, sum var leiðari fyri ein stóran bretskan flokk. Í 1970 bleiv hon Secretary of State for Education and Sceince. Og í 1979 bleiv hon forsætisráðharri – sum tann fyrsta kvinnan í Bretlandi. Hon fór frá sum forsætisráðharri og sum floksforkvinna í 1990. Í 1992 fór hon úr House of Commons, 66 ára gomul. Hereftir var hon virkin í fleiri ár í ymiskum felagsskapum, vinnulívinum o.s.fr.

Hon var kend sum jarnkvinnan, sum stóð Ronald Reagan, fyrrv. forseta í Amerika, ógvuliga nær.

Keldur


Wiki FøroysktMargaret Thatcher 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

13. oktober192520138. aprílStóra Bretland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

GanaHvítabjørn1153Kina20. maiTú alfagra land míttEiffeltorniðKeypmannahavnÍtrótturMassachusettsGasageirinFilmurNiðurlendskt mál1821Marianna Debes DahlBMI1. maiFíggingargrunnurin frá 1992Slovenskt málKalda kríggiðNýonglandVatnBoris JeltsinRumenskt mál3. marsTunglyndi633JødarWikipediaJuli1851ThiaminKollafjørðurNigeriaLýsingarorðSpania1907DublinAnn-Louise Hanson6. marsEvropaFøroyska krónanBjörn GustafssonSeyðabræviðForsíðaEnskt málPierre-Emile HøjbjergMiðamerikaEgyptalandVáclav HavelKasakstan9. januarStóra BretlandJørðinFriedrich EngelsGeorge W. BushKolturMichael JacksonAmerikanska KollveltinginSøguligar hendingarHinduisma4. januar1940Visible Fish1945🡆 More