Hundaøði

Hundaøði ella rabies er deyðilig virussjúka, sum ger seg inn á nervalagið hjá dýrum við heitum blóði.

Sjúkan finst í 150 londum í øllum heimspørtum uttan Avstralia og Antarktis. Tað er eitt úrslitagott koppingarevni móti hundaøði. Hóast hetta, so doyggja minst 59.000 fólk árliga av sjúkuni. Fólk, sum verða smittað, fáa millum annað fepur, og sjúkan ger seg eisini inn á nervalagið. Øll, sum fáa sjúkueyðkenni, doyggja av sjúkuni.

Hundaøði

Í ídnaðarlondunum er sjúkan mest millum vill djórasløg, men kann haðani eisini verða borin húsdjórum og menniskjum. Alheims heilsustovnurin metir, at 50-70.000 fólk um allan heim doyggja av hundaøði um árið. Flestu teirra eru børn í India og Afrika, og nærum øll eru tey bitin av hundi. Sjúkan smittar við kropsvætu, vanliga av biti. Hundbit verður vaskað við sápu, og tann bitni eigur beinanvegin at verða koppsettur og fáa heillivág. Um hetta ikki verður gjørt, fær tann smittaði oftast sjúkuna eftir trimum til tólv vikum - sjáldan meir enn einum ári.

Sjúkueyðkenni eru pína kring bitið, fepur, høvuðpína og møði. Síðan koma órógv og angist, krampi og ógvusligur atburður. Onkuntíð verður tann sjúki lammaður uttan at fáa krampa fyrst.

Koppingarevni fyri hundaøði kom í 1885. Tað, sum nú verður brúkt, kom í 1976.

Tags:

AntarktisAvstralia

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Reese WitherspoonNevadaOnslundaGregorianski kalendarinOPCWSkælingurKyknaKLMBaltimoreLeivur EirikssonHumlaJarnGlataðu spælimenninir (tónleikabólkur)Null22. juniStokkhólmur200 (rokkbólkur)Ferdinand MagellanKommunur í FøroyumHavørnBloggurFøroyingasøgaLøgtingsvalið 2022David CameronGöteborgTjóðveldiDiego MaradonaPeruGorfuglurZinédine ZidaneRómRobin WilliamsReelt talMarknaðarbúskapurNóaSandoyPremier League 2015-16New York CityLeipzigAlmenn ognOle Gunnar SolskjærEysturtýsklandStar Warsywr7pSjónvarp FøroyaMaisForsetavalið í USA 2016KaliforniaParaguaiSaturnAC MilanHans ZimmerFøroysk landafrøðiKaffiSkjóraWikipediaPáskirTjaldur1392DeyðarevsingTailandOlympiskir leikirRomain BardetSkírhósdagurISBNInternet Explorer2002.idSlangurSosialisma🡆 More