Ídnaðarland

Ídnaðarlondini eru í høvuðsheitinum tey ríku londini í Vesturheiminum.

Í teimum londum, vit kalla ídnaðarlond, er ídnaðurin týdningarmesti vinnuvegurin. Í menningarlondum eru serstakliga landbúnaður ella fiskivinna týdningarmest, ikki tí, fólk í ídnaðarlondum liva eisini av fiskivinnu og landbúnaði, men úrtøkan til hvørt fólk ella hvønn arbeiðstíma er munandi betri enn í menningarlondunum. Ídnaðarlondini hava hægri úrtøku, tí maskinur gera ein part av arbeiðinum, betur verður dyrkað, funnið verður fram til nýggj kornsløg, handilsstøð nýtt og ikki mykja, nýggj amboð, sum arbeiða jørðina betur, og ofta eru garðarnir størri.

Ídnaðarland
At eitt land er ríkt er m.a. ávirkað av ídnaði, tilfeingi og politiskum tryggleika.

Lond í Vesturheiminum bygdu upp sín ídnað í 19. og fyrra helmingi í 20. øld, í hjálandaveldistíðini. Flestu av hesum hjálondum eru nú sjálvstøðug lond, men kortini eru tey heft búskaparliga at Vesturheiminum. Tey noyðast at læna pening í ídnaðarlondunum til høgu rentu, og skulu tey gjalda aftur lánini, noyðast tey at selja ídnaðarlondunum tilfar fyri tað, ídnaðarlondini leggja á. Og skuldi tað eydnast onkrum mennigarlandi at gjørt ídnaðarvøru, so er næstan ógjørligt at sleppa inn á marknaðin í ídnaðarlondunum.

Sí eisini

Keldur

Tags:

LandbúnaðurMenningarlondVesturheimurin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Aleksandr Pusjkin31. juliMaliLouis PasteurAnna drotningAseksuellur2006Megan FoxLeyvtrø16. aprílKirkjuárKosovoSands kirkjaKlaksvíkTrond Fausa AurvågTalusyntesaPaul GascoigneLógBeaufort-talvanSardinia124 f.Kr.Utrecht (landslutur)SnípaSosialistisk UngTadsjikistanLundiBóltfelagið 1936ZGøtu kirkjaBýur181227. juniSkansinÁarsílØrvur 8-mannafarMikkjal MúsNólsoyar PállF20. septemberMikkjal á RyggiListi yvir borgarstjórar í Hvalbiar kommunuFaðir várHvítabjørnGorfuglurGluggarnirESSøndre Land kommunaApacheLondonLuciano PavarottiTaylor SwiftFøroyskt (mál)XFólkatættleikiBátasmiðurDanskt málÑParabilÁir í FøroyumMosambikYvirgangsálopið móti Charlie HebdoLeksandMao ZedongBardagin í MannafalsdaliLikkaNólsoyingurin 10-mannafarSúlukongurÍðunn MagnussenKorfuTina TurnerMark CavendishTíðarsonur🡆 More