Bardagin Í Mannafalsdali

Bardagin í Mannafalsdali er ein føroysk søgn um stríð millum føroyingar um byggingina av Kirkjubømúrinum (eisini nevnt Magnus katedralurin).

Av og á verður hetta sagnarstríð nevnt Føroya einasta borgarakríggj.

Bardagin Í Mannafalsdali
Frímerki frá 2000.

Søgnin

Eftir søgnini var hetta stríðið í tíðini, meðan maður nevndur Mús var bispur í Kirkjubø. Mús bispur legði høgar skattir á føroyingar til tess at gjalda fyri kirkjuna, sum tá var í gerð í Kirkjubø. Fólk sunnanfyri Hórisgøtu, t.e. í Suðurstreymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy, samdust um saman at halda ímóti bispinum. Bispurin fekk fólkið norðanfyri Hórisgøtu í part við seg.

Hin norðari parturin ætlaði at savna herlið fyri at herja á syðra partin og kúga hann undir bispin. Men syðri parturin fekk frænir av hesum, gjørdi skjótt av, savnaði egið herlið og fór norður at herja á hin norðara partin.

Í Mannafalsdali, sum er norðanfyri Kaldbaksbotn, hittust herliðini og brustu saman. Sunnanmenninir vóru við undirlutan og máttu víkja. Grasið í dalinum sigst vera reytt, og hetta sigst vera av tí nógva blóðinum, sum tá fleyt.

Árið eftir komu sunnanmenninir aftur at hevna ósigurin. Tá stóð stríðið í dalinum við Kollafjørð. Sunnanmenninir høvdu fingið bóndan í Akrabergi og synir hansara, sum vóru av frísaætt og heidnir, at ganga á odda fyri stríðnum. Sunnanmenninir vóru eisini styrktir við tveimum víkingaskipum.

Hesuferð vóru sunnanmenninir við yvirlutan. Bispurin flýggjaði og slapp heilskapaður til Kirkjubøar og sunnanmenninir aftaná. Sunnanmenn tordu tó ikki at bróta dyr at fara inn eftir bispi, so teir sendu hin heidna bóndan í Akrabirgi eftir bispi.

Bispurin kláraði at sleppa upp á kirkjumúrin við øks í hendi. Akrabergsbóndin og synirnir hættaðu sær ikki upp eftir honum, so teir settust at bíða. Tríggjar dagar og nætur seinni fall bispurin í óvit av svongd og tosta, og datt av múrinum, og varð straks dripin av bóndanum.

Kirkjumúrurin, sum enn stendur óliðugur, verður nú nevndur Kirkjubømúrurin.

Søga

Søgufrøðingar ivast ikki í, at Erlendur bispur (?-13. juni 1308) læt Dómkirkjuna í Kirkjubø byggja. Skal søgnin takast fyri fult, so má Erlendur bispur vera Mús bispur. Hans Jacob Debes ivast tó í um meir enn ein søguligur kjarni er í søgnini. Kirkjubyggingin má hava verið kostnaðarmikil fyri so lítið samfelag, sum hitt føroyska helst var tá. Tí er væl møguligt, at Erlendur hevur fingið fólkið ímóti sær. Tó at meiri kann vera satt í søgnini, so eru eingi prógv fyri tí.

Eftir søgnini gongur alt hetta fyri seg meðan Mús er bispur í Kirkjubø. Erlendur varð vígdur til bisp í Føroyum í januar í 1269. Og hann doyði 13. juni 1308. Kjarnin í søgnini má hava gingið fyri seg innanfyri hesa tíðina.

Keldur

  • Færøsk Anthologi I, V. U. Hammershaimb, S.L. Møllers Bogtrykkeri (Møller & Thomsen), Keypmannahavn 1891, Bardagin í Mannafellsdali ss. 379-381.
  • Føroya søga 2. Skattland og len, , Hans Jacob Debes, Føroya Skúlabókagrunnur og høvundurin, Tórshavn 1995, ss. 129-134.

Slóðir úteftir

Tags:

Bardagin Í Mannafalsdali SøgninBardagin Í Mannafalsdali SøgaBardagin Í Mannafalsdali KeldurBardagin Í Mannafalsdali Slóðir úteftirBardagin Í MannafalsdaliFøroyarKirkjubømúrurin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

WikipediaFøroysk landafrøðiGøtu kirkjaHeine HestoyStella ArgusKirkjubøkurKleopatra881EvroSólorkaDanskt málBergenEstlandSagnorðISO 8601Seinni heimsbardagiSúla8. juniWorld of Warcraft1817VákurPorkerivuxt8Suðuravstralia282KosovoSovjetsamveldiðSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)Hernaðarliga verjanTalufrælsiOyndarfjørður9 (tal)Karl MarxHans Andrias KeldubergTommy LeeMarius ZiskaAstrið FoldarskarðNólsoyingurin 10-mannafarFlaggdagar í FøroyumKaggin - sangur og skemtISpaniaStjórnin hjá RenziGluggarnirAnita Ekberg.asJuniNuukNorðragøtaGina LollobrigidaDansk Melodi Grand PrixKorfuEpke ZonderlandSEmmelie de ForestFjøll í FøroyumNapoleon BonaparteGuernseyArmeniaPhilippe Garrel28. novemberMartin Joensen (1953)Paulus ápostulLeirvíkÐWindhoekNorska LøvaMikkjal MúsNoregOyggjar í Føroyum🡆 More