Mais

Mais er eitt kornslag, og víða hvar í verðini hevur mais stóran týdning.

Hon veksur við næstan somu treytum sum hveiti. Mais krevur tó eitt sindur meira hita. Ilt er at seta tøl á, tí nógv eru sløgini, og tey eru sera ymisk, tí tey hava lagað seg til ymisk vakstrarlíkindi, ella eru líkindini lagað til teirra. Eitt nú eru tey maissløg, sum vaksa í Danmark, krossað av øðrum maissløgum og soleiðis tillagað vakstrarlíkindunum í Danmark. Mesta maisøkið er tó í landslutunum Iowa, Illinois og Wisconsin í USA. Onki land flytur út so nógva maisi sum USA og har verður velt meira enn helvtin av øllum maisi í heiminum. Har veksur umleið helmingurin av heimsins mais. Mesta fólkið í t.d. Iowa livir av jørðini. Har vaksa m.a. bæði mais og hveiti. Bøndurnir velta óføra nógv av mais; einki land í USA heystar so nógva mais sum Iowa. Tað mesta av korninum verður selt til onnur lond. Óføra væl fruktar á fløtuni í Iowa; har veksur t.d. bæði mais og hveiti. Á slættlendinum í USA velta teir eisini t.d. havra, rug og hveiti; summir bøndur hava eisini víngarðar. Har kann sigast, at jarðarbrúkið er fjøltáttað, og tríggir fjórðingar av maisini verðar nýttir til djórafóður. 

Sama mannagongdin er í t.d. Argentina í Suðuramerika, har maisin verður dyrkað millum býirnar Rosario, Bahia Blanca og Buenos Aires. Eisini har verður maisin nýtt at fita neytini av fløtunum vestanfyri. Úr Argentina verður nógv mais eisini seld til djórafóður til m.a. Norðuramerika og Vesturevropa.

Mais
Á ovurvíðu fløtunum í Iowa eru akrar, so langt eygað sær. Kornsløgini, teir dyrkað, eru m.a. bygg, havri, hveiti og mais.

Mais
Zea mays 'Ottofile giallo Tortonese'
Mais
Zea mays 'Strawberry'
Mais
Mais skal hava nógvan sól at vaksa og búnast.


Framleiðsla í 2013
(sbrt. FAO)
Land Framleiðsla (tons)
USA USA 353,699,441
Fólkalýðveldið Kina Kina 217,730,000
Brasil Brasil 80,516,571
Argentina Argentina 32,119,211
Ukraina Ukraina 30,949,550
India India 23,290,000
Meksiko Meksiko 22,663,953
Indonesia Indonesia 18,511,853
Frakland Frakland 15,053,100
Suðurafrika Suðurafrika 12,365,000
Heimurin 1,016,431,783
Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

ArgentinaBuenos AiresDanmarkHveitiIllinoisIowaKornNorðuramerikaSuðuramerikaUSAVesturevropaWisconsin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

The DoorsTvøroyrar Bóltfelag1949BankNordikP-tal7. øldG! Festival12. januarPierre-Emile HøjbjergHveitiMartin LandauKommunur í FøroyumAlbert EinsteinSaudiarabiaLikkaSpanskt málNiðurlendskt málAmtmenn í Føroyum24. februarJames BrownBaltisku londiniAnfinn KallsbergIran12. mai28. februarDunnuheimurin hjá DisneyHalvarðsøkaMikudagurHumlaRusslandNew JerseyBloggurLuciano Pavarotti1. maiNasitýskland9. januarSørvágurJ.K. Rowling7. februarKalendariConnecticut2019ArgentinaMichael JacksonKim LarsenFøroyingasøga1906HavhesturSjómílTónleikurKappróður í FøroyumFuerteventuraÍFPætur MikliVáclav Havel2013Føroysk landafrøðiTaivanEvropaCiderSavningarflokkurinVanuatu.nrFøroyarTeldur3. marsUSA🡆 More