Rokkbólkur 200

200 (Tveyhundrað) er ein føroyskur rokk- og punkbólkur.

Navnið kemur av tí, at limirnir í bólkinum eru 200 % fyri loysing. Bólkurin varð stovnaður í 1996, tá ein samlingsfløga "Rock í Føroyum 2" av ymiskum tónleiki í Føroyum skuldi innspælast. Limirnir í bólkinum eru; sang og gittar Niels Arge Galán, bass Mikael Blak, sum eisini spælur í norðurlendska bólkinum Yggdrasil, og trummur Uni Árting. Áðrenn spældu teir allir í einum øðrum bólki sum æt "Mold". Men tá bólkurin "Mold" varð upploystur, valdu Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting at satsa uppá bólkin "200".

Sangirnir hjá 200 eru allir á føroyskum og eru merktir av skemti og sjálvsironi. Sangurin "Muscleman Blað", sum var ovast á føroyska hittlistanum í fleiri vikur, snúði seg um homoseksuelitet, og her talaði bólkurin at ágangi ímóti teimum samkyndu. Bólkurin kom fram á almenna pallin í 2001 í kappingini "Prix Føroyar" og gjørdist kendur bæði í Føroyum og Íslandi eftir hetta. Á ólavsøku 2005 hevði Norðurlandahúsið, í teirra ólavsøkuframsýning, eitt 2,9 metur høgt roterandi papmaché listaverk, sum var ein fokk jú fingur, og 200 brúkti hetta listaverk sum dekoratión á teirra palli á konsertum..

Fløgan Vendetta varð av allscandinavian.com kosin Besta fløguútgáva í Skandinavia 2012.

Konspiratión

Eftir framførsluna á G! Festivalinum í 2005 við papmasché fokk jú-fingrinum, var ein mynd at síggja á Nym.fo, sum er ein føroysk dagdvølja á netinum við skemti og øðrum, sum vísti 200 á Gøtusandi og eina náttúrumynd frá Mykinesi. Mykines-myndin vísti ein stóran klett, sum lættliga kundi líkst einum fokk jú-fingri. Hugsast kann, at tað var haðani, at Niels og hinir báðir limirnir í bólkinum fingu íblástur til at gera ein stóran fokk jú-fingur.

Útgávur

Umframt

  • 1997 Rock í Føroyum 2 skering 7.
  • 2001 Prix Føroyar 2001 skering 8.
  • 2002 Tutl 25 ár – Live 2002 skering 7.

Keldur

Slóðir

Tags:

Rokkbólkur 200 KonspiratiónRokkbólkur 200 ÚtgávurRokkbólkur 200 KeldurRokkbólkur 200 SlóðirRokkbólkur 2001996FøroyarMikael BlakMoldNiels Arge GalánNorðurlondTónleikurYggdrasil

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Mariah Carey1961Bahamaoyggjar28. november1. oktober1788SjósílHttpsNobelvirðislønin í bókmentumHUXAHarry PotterEysturtýsklandUpprunafólk í Norður- og SuðuramerikaNorðurlondKommunur í Føroyum13. aprílInnara-MongoliaOECDLaosHernaðarliga verjan1880IndonesiaSnæfallWest Ham United F.C.DustsúgvariLandsynningsásiaMagnesiumHvítravnurFuglar í FøroyumNorðskálatunnilinStavangerKarsten HoydalKríggið í UkrainaRyskivatnFosturtøkaJørgen Frantz HammershaimbFriðurKinversk teknFótbóltur í Føroyum1833FríðrikskirkjanAstrið FoldarskarðSacha Baron CohenDøgg NónsgjógvHeine Hestoy1589199919. august10. januarSkaldsøgaOyggjar í FøroyumMarie AntoinetteKlaksvíkLøgmenn í FøroyumKvørkveggjaArmée de terreOlsensystkininiSnípaThierry HenryESVjetnamFerðaráð FøroyaISBNEiðiAlabamaJO2003Søndre Land kommunaOyggjaleikirOprah WinfreyIranSuðurafrikaJonhard Mikkelsen🡆 More