Ryskivatn

Ryskivatn er eitt vatn í Suðuroynni, sum liggur í ein útnyrðing úr Vági, norðanfyri Botn, har Føroya fyrsta el-verk liggur.

Vatnorkuverkið í Botni framleiðir el úr orkuni sum kemur frá vatninum úr Ryskivatni, Miðvatni, Ovastavatni og úr Vatnsnesi. Børn og lærarar úr Vágs Skúla plagdu fyrr at fara útferð til Ryskivatn einaferð um árið, hesin túrur verður av og á gjørdur enn áðrenn summarfrítíðina. Ryskivatn plagdi eisini at vera eitt vælumtókt útferðamál hjá familjum úr Vági og er tað enn. Vegur er niðan til Ryskivatn, tað er vegurin til Botn, sum eitur Dalsvegur. Hann førir úr Vági niðan til Ryskivatn, ella umleið 100 metrar frá vatninum. Nakrir hundrað metrar áðrenn ein kemur til Ryskivatn, er ein síðuvegur, sum fer snúrandi omaneftir fjallinum har oman í Botn. Vegur er einsporaður, men har eru møtipláss. Fyrr í tíðini, áðrenn vegur varð gjørdur millum bygdirnar í Suðuroynni, so var vanligt at ganga eftir varðagøtunum. Ein varðagøta gongur framvið Ryskivatni, tað er varðagøtan millum Vág og Fámjin. Tá turkur er um summarið, so kemur tað onkuntíð fyri, at brunnarnir hjá Vágs kommunu gerast tómir fyri vatn, tá verður vatn tikið úr Ryskivatni til drekkivatn.

Ryskivatn
Ryskivatn. Ein ferðamaður gongur eftir byrgingini, hann er á veg til Fámjins eftir varðagøtuni.

Sí eisini

Tags:

Elektrisitetsverkið í BotniFámjinSuðuroyVágs kommunaVágur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

6. juliLandsynningsásia1632SansibarAlnetsøkisnøvnAnna drotningMissouriOscar-virðisløninEinahandilOnglandBilarKaribiska HaviðNebraskaØkisnavnKarlamagnusMustafa Kemal AtatürkGrikkaland1537SámarPretoria2019Per ZachariassenSummarMahatma GandhiTorsby2. augustJanus DjurhuusVatikanið8 f.Kr.SelatraðJens Olivur LisbergGásadalstunnilinToftirVesturheimurinOxygenHans Jacob JacobsenVetrar-OL 2014Concord, New HampshireLøgtingsformenn í FøroyumAdolf HitlerWilliam Heinesen1950Atlantic AirwaysGrindadrápNý SælandAtlantshaviðBókígðaFøroyskt málBóghvítuhvalurFuglafjørðurGeorg II av Stórabretlandi158SunnudagurVigdís FinnbogadóttirGrendKristoffur KolumbusRánsdjórFløggHansina IversenMoskva1707SaudiarabiaSvøríki🡆 More