Richterstigin er ein háttur at siga frá styrkini á jarðskjálvta.
Stigin er logaritmiskur og gongur úr 0 upp í 10. Jarðskjálvtar verða ofta máldir við seismografi. Richterstigin vísir ikki til, hvussu stóran skaða ein jarðskjálvti ger, men harafturímóti til megina í ristingunum í skjálvtamiðdeplinum. Skjálvtamiðdepilin í jarðarskorpuni verður nevnt episentrum. Jarðskjálvtar langt undir jarðarskorpuni kunnu verða máldir ovarlaga á Richterstiganum, men tó bara elva til smávegis skaða. Hinvegin kann ein jarðskjálvti nær jarðarýtuni elva til stórar oyðileggingar, hóast talið á Richterstiganum er lítið. Jarðskjálvtarnir, sum hava rakt fólk harðast, hava vanliga havt eitt virði um 7 ella hægri. Harðasti jarðskjálvtin, sum nakrantíð er máldur, var í Kili í 1960. Hann var 9,5 á Richterstiganum.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Richterstigin, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.