Hveiti

Hveiti er eitt kornslag.

Tvey høvuðssløg eru, summar- og vetrarhveiti. Vetrarhveiti verður sádd um heystið, summarhveiti um várið. Vetrarhveitin kastar mest av sær, men tá ið vetrarnir eru alt ov kaldir, kann sákornið misfarast av frosti. Tí er tað vandin fyri baldrutum vetrum, ið ger av, hvat slagið ið velt verður. Hveiti veksur allastaðni, har hitin heitasta mánaðin kemur upp á 17 til 18 ºC, og har í minsta lagi 30 cm av avfalli koma niður í vakstrartíðini. Men mesti parturin av allari hveiti verður veltur í tempraðum og subtropiskum øki millum 30º og 50º á norðaru jarðarhálvu, og millum 30º og 40º á sunnaru. Inni í landinum í USA, t.d. í Nebraska og Oklahoma, eru akrar so langt eygað sær. Mest verður dyrkað av hveiti. Landbúnaðurin er sera framkomin. Henda ovurhonds nógva grøðin verður mest dyrkað á teimum víðu fløtunum í Miðvestri, millum ánna Mississippi og Klettafjøll. Í nógv túsund ár eru fræ úr teimum bestu plantunum vald burturúr. Í USA er komið fram til serligt hveitislag, sum stendur ímóti bæði soppum og skordýrum, og eisini fruktar væl.

Hveiti
Inni í USA eru akrar so langt eygað sær. Hendan myndin er tikin í Palouse í Idaho.

Á fløtunum í USA, Ukraina, Argentina, Kina, Russlandi og Australia verður velt ekstensivt við stórum maskinum og lítlari arbeiðsorku. Vanliga er tað so har, at hveiti verður velt á sama stað ár undan ári. Í tættari bygdum økjum í Pakistan, Eysturevropa, India og Kina verður hveitin dyrkað intensivt. Tá verður nógv arbeiðsorka løgd í smærri markir og í skiftisvelting við annan gróður, t.e. at skift verður millum hviti og ymiskan annan vøkstur. Á tann hátt verða evnini í jørðini nýtt betur, og vandin fyri sjúkum minkar.

Myndir

Framleiðslulond

Framleiðsla
(mió. tons)
# Land 2009 2010 2011 2012 2014 2016
1 Hveiti  Fólkalýðveldið Kina 115 115 117 126 126 132
2 Hveiti  India 80 80 86 95 96 93
3 Hveiti  Russland 61 41 56 38 60 73
4 Hveiti  Sameindu Statirnir Í Amerika 60 60 54 62 55 63
5 Hveiti  Kanada 26 23 25 27 29 30
6 Hveiti  Frakland 38 40 38 40 39 29
7 Hveiti  Pakistan 24 23 25 24 26 26
8 Hveiti  Ukraina 20 16 22 16 24 26
9 Hveiti  Týskland 25 24 22 22 28 24
10 Hveiti  Avstralia 21 22 27 30 25 22
11 Hveiti  Turkaland 20 19 21 20 19 21
12 Hveiti  Argentina 9 15 14 11 14 19
13 Hveiti  Kasakstan 17 9 22 13 13 15
14 Hveiti  Stóra Bretland 14 14 15 13 17 14
15 Hveiti  Iran 13 13 13 14 11 11
Heimurin 686 651 704 675 734 749
Kelda: Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða

Kelduávísingar

Wiki FøroysktHveiti 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

KlettafjøllKornLandbúnaðurMississippiáNebraskaOklahomaSkordýrSopparUSA

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SandavágssteinurinGrikkalandKongsríki DanmarkarEmilius Marius Georgius LøbnerUEFA Nations League 2018-19TorsbyMeginfelag Føroyskra StudentaFøroyska sjálvstýrisrørslanForsíðaKolinda Grabar-KitarovićEysturríkiTú alfagra land míttÍdnaðarkollveltinginFlaggdagurNebraskaGeorgia (land)SNGKetturMadridHúsavíkarbrøviniAserbadsjanNLívfrøðiNiðurlondSouthamptonZlatan Ibrahimović1947MaldivoyggjarGeorg III av StórabretlandiFuglurTarabrosmaInternet200 (rokkbólkur)ISO 3166-1Atlantic AirwaysFjøll í Føroyum2019SummarSpongeBob SquarePantsKlaksvíkingur 10-mannafarJeremy RennerEvrasiaRasismugreininPlanturToftirHansina Iversen30. maiKirkjubøkurFranz BeckenbauerIP-adressaIndonesiaAlmannastovanGoogle1012Føroysk landafrøðiBeşiktaş J.K.Napoleon Bonaparte930-áriniPolynesiaÍbúgvarTinganesMúshavnSandra Bullock6. februar13. februarÁrMarkusarmessaJens Pauli Heinesen🡆 More