Libanon

Libanon (arábiskt: لُبْنَان Lubnān), alment: Republikkin Libanon (arábiskt: اَلْجُمْهُورِيَّة اَللُّبْنَانِيَّة al-Jumhūrīyah al-Lubnānīyah; franskt: République libanaise), er eitt Vesturasiatiskt land í Miðeystri ið hevur mark til Sýria, Ísrael, og Miðalhavið.

الجمهورية اللبنانية
Republikkin Libanon
Flagg Republikkin Libanon
(Flagg Republikkin Libanon)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Koullouna Lilouataan Lil Oula Lil Alam
Libanon
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Beirut
Forseti
Forsætisráðharri
Fullveldi 22. november 1943
(frá Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
10.452 km²
1.8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
5.296.814
560/km²
Gjaldoyra LBP
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .lb
Telefonkota +961

Meginparturin av fólkinum eru arábar, ið hoyra til mangar ymiskar trúarbólkar. Libanon var einaferð mentanar-, fíggjar- og handilsmiðdepilin í Miðeystri. Ósemja ímillum muslimskar og kristnar bólkar elvdi til blóðugt borgarakríggj. Stríðið, ið byrjaði í 1975, legði næstan alt landið í oyði. Friðaravtala varð fingin í lag í 1989, og síðan er vorðið friðarligari í landinum.

Tjóðsangurin
Libanon
Beirut

Setristræið er tjóðarmerki Libanons og stendur í libanska flagginum. Træið er umrøtt fleiri ferðir í Bíbliuni, og á teimum døgum vóru stórir setrisskógir í líðunum í Libanon. Men nú eru teir næstan høgdir niður; bara nakrar fáar friðaðar lundir eru eftir. Nøkur trø har eru eldri enn 1.500 ár.

Tjóðarrætturin í Libanon er kibbe, gjørdur av lambskjøti, knústari hveiti og leyki, ið verða sligin upp sum knetti og steikt í ovni ella kókað í olju. Søtur bakstur, sum bollar fyltir við nøtum og dadlum og roðaðir í hunangi, er eisini væl dámdur matur.

Fólkið

Libanska fólkið er sum eitt putli spæl av átrúnaðarligum muslimskum og kristnum bólkum, ið aftur eru býttir í mangar trúarflokkar. Størsti kristni bólkurin eru maronittar, ið hava nógv felags við katólsku kirkjuna, aðrir eru griksk-ortodoksa og griksk-katólska kirkjan. Muslimarnir eru sunni- ella sjiamuslimar.

Trúgv drusanna er sprottin av islam og kristindóminum, men verður nú roknað sum sjálvstøðugur átrúnaður. Um 200.000 drusar búgva í Libanon, teir flestu í fjallalendinum fyri sunnan. Teir hava mangar siðir, ið hava til endamáls at verja drusiska samfelagið. Tað er ógjørligt at gerast drusi, ert tú ikki føddur drusi. Eingin drusi kann avnokta sína drusisku trúgv og taka við aðrari trúgv, og drusar hava ikki loyvi at giftast við øðrum enn drusum.

Borgarakríggj

Borgarakríggj var í Libanon í tíðarskeiðnum 1975 - 2000. 14. februar 2005 bleiv fyrrverandi libanesiski forsetin Rafik al-Hariri dripin í einari bumbuatsókn í Beirut, 14 onnur lótu eisini lív.

Borgarakríggið oyðilegði týdningarmiklu ferðavinnuna í Libanon. Nú verður roynt at fáa ferðafólk at koma aftur, bæði til baðistrendurnar og at síggja mongu søguligu staðirnar, m. a. býirnar Týros og Sidon (nú Sur og Saida). Fønikar bygdu býirnar fyri 3.000 árum síðan. Teir vórðu viðgitnir í rómverskari tíð fyri glasið og purpurlitin

Áðrenn býurin var skotin í smildur í borgarakrígnum, var Beirut kendur og lívligur heimsbýur, gitin undir navninum "Eysturlendski París", hann var eisini týdningarmesti havnabýur og fíggjarmiðdepil har um leiðir. Nú liggur bæði býurin og búskapurin í býnum í skeljum; men myndugleikarnir hava sett í verk stórsligna ætlan um at byggja býin upp aftur sum fíggjardepil.

Hizbollah

Støðan á markinum millum Libanon og Ísrael hevur verið spent síðani 2006, tá bardagar vóru millum ísraelska herin á Hizbollah í Libanon. Hesi árini hava umleið 1200 libanar og 160 ísraelsmenn latið lív í álopum. Ísraelski herurin fór í apríl 2012 undir at byggja ein múr á markinum millum Ísrael og Libanon. Múrurin verður nakrar kilometrar langur og er ætlaður at verja ísraelska býin Metulla ímóti álopum frá byrdumonnum í libanska býnum Kfar Kila, sum er beint hinumegin markið. Ísraelska útvarpið sigur, at múrurin verður bygdur sambært avtalu við ST og libanska stjórnarherin.

Býir

  • Beirut (Høvuðsstaður) 2.060.363 íbúgvar (2012)
  • Tripoli 195.932 (2012)
  • Zahlé 150.000 (2010)
  • Sidon 163.554 (2005)
  • Tyr 135.204 (2005)
Wiki FøroysktLibanon 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Libanon FólkiðLibanon BorgarakríggjLibanon BýirLibanonArabiskt málAsiaFranskt málMiðeysturMiðjarðarhavSýriaÍsrael

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

AsiaKonservativi Flokkurin (UK)Hansina IversenNagorno-KarabakkIan McKellenAlan JacksonSakaris Emil JoensenDanmarkŁFrakland15. januarMartiniqueTýskt málHan-ríkiðFerðavinnaMannarættindiGary Cooper2002EvraNorskt málLandskronaEgyptaland2008EysturoyartunnilinWikiFausto CercignaniEvi Tausen2006ÍtrótturMontréal1928Arnold SchwarzeneggerHavfrøðiÚtvarpAnna S. ÞorvaldsdóttirKarin KjølbroFjøll í FøroyumVetrar-OL 2014BrasilStevnur í Føroyum10. maiYahya HassanMannYtru Suðuroyggjar20152024Dávur DjurhuusPáskirFøroyarShanghaiPussy RiotKári P. HøjgaardClint EastwoodTerje Beinar Vestergaard201910. januar9. mars13. juniPer Petterson2004MalaviLívið við Louie8. januarKnez13. februar16. maiGoogle🡆 More