Matur

Matur er nakað, sum kann etast.

Matur er høvuðskeldan til orku og føðsluevni fyri djór, og kemur vanliga frá djóri ella plantu. Øllum djórum og menniskjum tørvar mat. Í matinum eru lívsneyðug evni, ið veita kroppinum bæði orku og hita, og evni, sum eru lívsneyðug fyri trivnað og vøkstur.

Matur
Matur frá plantu keldum.

Kosturin er ymiskur um allan heim og lagar seg eftir, hvør matur er tøkur. Menniskan kann sodna sera ymiskan mat av gróðri og djóri, men summi fólk eru urtaátarar, vegetarar, burturav. Tey eta ikki kjøt, tí trúgv teirra loyvir tí ikki, ella tey halda tað vera ringt fyri heilsuna. Er kosturin ikki nóg heilsugóður, ella mattrot er, kann sjúka standast av tí. Hjarta- og æðrasjúkur og aðrar vælferðarsjúkur kunnu vit fáa, um vit oveta okkum av mati, sum er ringur fyri heilsuna.

Nóg mikið av mati er til øll menniskju á jørðini, men hann er ikki javnt býttur. Í 2015 setti ST fram 17 heimsmál, sum ætlanin er at náa til 2030. Heimsmál nr. 2 er “matur til øll”. Seinastu 20 árini er búskapurin batnaður í flestu londum. Tað er eitt framstig, menn enn er langt á mál til, at matur er til øll. Tey mest hungursraktu økini eru Suður- og Eysturásia við 520 milliónum, Afrika við 243 milliónum og Millum- og Suðuramerika við 42 milliónum. Tað eru nógvir hjálparfelagsskapir, sum býta mat út í økjum, har hungursneyð er.

Matur

Frá plantum

Frá djórum

Matur 
Matur frá djórum

Frá hvørki djóri ella plantu

Sløg av framleiddum mati

  • Drekka: Djús, Saft
  • Rúsdrekka: Øl, Vín, Brennivín
  • Breyð
  • Kaka
  • Ostur
  • Kips
  • Súltutoy
  • Pasta
  • Terta
  • Pitsa
  • Tvíflís
  • Salat
  • Sós
  • Pylsa

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktMatur 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Tags:

Matur Matur Sløg av framleiddum matiMatur Ávisingar úteftirMaturDýr

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Aleksandur MikliKim LarsenHundurJóhannes av SkarðiBurma1860Opið innihaldKatalanskt málUmskapanin (týðing)Luciano PavarottiRichard NixonKeypmannahavnHetlandGanaAlmenn ogn12. aprílMiðamerikaTeldufrøðiAlment málMartin LandauJohnny Cash1606Brynhildar tátturSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)FøroyingarMarianna Debes DahlTjóðarlundir í USA20. februarHTMLNebraskaRussland2. desemberFøroyskir fótbóltsmeistararEnskt mál2013HvalbaBMIAmerikanska KollveltinginISBNPierre-Emile HøjbjergKalda kríggiðElvis PresleyÚtvarp FøroyaHinduisma.irLars UlrichKinaNigeriaKirkjubøurSólskipaninSpaniaHanus Debes JoensenBerkeliumVenceslaus Ulricus HammershaimbTalvVinnuháskúlinMarkusarmessa22. november1994Flaggdagar í FøroyumBilarGongustjørnurLoðpílurStjørnutekinRMS TitanicNobelvirðislønin í bókmentumKubaPeter Fonda🡆 More