Johnny Cash: Víðagitin og væl umtóktur countrysangari

John R.

"Johnny" Cash (26. februar 1932 í Kingsland, Arkansas - 12. september 2003 í Nashville, Tennessee) var ein víðagitin og væl umtóktur countrysangari og mettur at vera ein av heimsins kendastu countrysangarum nakrantíð. Til samans hevur Johnny Cash givið meira enn 200 útgávur út, harav 55 studioútgávur.

Johnny Cash
J.R.Cash
Cash í 1969
Fødd(ur) J. R. Cash
(1932-02-26)26. februar 1932
Kingsland, Arkansas, U.S.
Andaðist 12. september 2003(2003-09-12) (aldur 71)
Nashville, Tennessee, USA
Deyðsorsøk
Sukursjúka
Starv
  • Sangari-sangskrivari
  • tónleikari
  • sjónleikari
  • rithøvundur
Virkin ár 1954–2003
Átrúnaður Kristindómur
Hjúnafelagi(ar)
  • Vivian Liberto (g. 1954; skild 1966)
  • June Carter (g. 1968–2003; deyði hennara)
Børn
  • Rosanne (1955–)
  • Carlene Carter (fosturdóttir) (1955–)
  • Kathy (1956–)
  • Rosie Nix Adams (fosturdóttir) (1958–2003)
  • Cindy (1959–)
  • Tara (1961–)
  • John (1970–)
Tónleikayrkisleið
Sjangrur
  • Country
  • rock and roll
  • rockabilly
  • blues
  • folka
  • gospel
Ljóðføri
  • Songur
  • akustiskur gittari
  • munnharpa
  • piano
Plátufeløg
  • Sun
  • Columbia
  • Mercury
  • American
  • House of Cash
  • Legacy Recordings
Luttøka við øðrum
  • The Tennessee Three
  • The Highwaymen
  • June Carter Cash
  • The Statler Brothers
  • The Carter Family
  • Waylon Jennings
  • Willie Nelson
Heimasíða johnnycash.com
Týðandi ljóðføri
Martin Acoustic Guitars

Sum smádrongur misti hann beiggja sín í eini vanlukku, og pápin brigdaði Johnny fyri vanlukkuna. Hetta hevði stóra ávirkan á lív hansara. Longu sum ungur á bummullarbóndagarðinum í Arkansas var hann kendur fyri at vera sera avgjørdur og miðvísur, sum seinni gjørdist hansara vørumerki. Eftir at hava verið í flogherinum royndi hann at koma sær fram sum sangari og tónleikari, og um somu tíð varð hann góður við June Carter, sum longu er kend sum sangari.

Johnny Cash var aktivur frá tíðliga í 1950-unum til hann doyði í 2003. Tíðliga í 1990-unum fór hann undir tað, sum fekk navnið American Recordings, har hann spældi løg hjá kendum amerikanskum bólkum. Millum tað, sum er vorðið kendast eru Rusty Cage hjá Soundgarden, One hjá U2, Hurt hja NIN og fleiri aðrir. Har komu 5 American Recordings, og eftir deyða hansara kom Unearthed, sum er ein kassi við eini 6 fløgum.

Johnny hevur eisini vunnið 12 Grammy Awards, havt 9 fløgur nr. 1 á Billboard, og 15 stakløg nr. 1 á Billboard. Hann hevur selt til samans 90 milliónir fløgur.

Hit-stakløg

Johnny Cash hevur havt hesi hitt-stakløgini sum nummar 1 á teimum amerikonsku hittlistunum:

Tittul Ár sum hitt
«Get Rhythm» 1956 og 1969
«I Walk the Line» 1956
«There You Go» 1957
«Ballad of a Teenage Queen» 1958
«Guess Things Happen That Way» 1958
«Don't Take Your Guns to Town» 1959
«Ring of Fire» 1963
«Understand Your Man» 1964
«Folsom Prison Blues» 1968
«Daddy Sang Bass» 1969
«A Boy Named Sue» 1969
«Sunday Morning Coming Down» 1970
«Flesh and Blood» 1971
«One Piece at a Time» 1976

Keldur

Slóðir úteftir


Wiki FøroysktJohnny Cash: Víðagitin og væl umtóktur countrysangari 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

12. september1932200326. februarArkansasCountrytónleikurNashvilleTennessee

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SámarAserbadsjanTindhólmurDonald Trump16. aprílKeypmannahavnHongkongTokJarnFroukje VeenstraRasismugreininFranklin D. RooseveltSouthamptonTailandNeil Patrick Harris6. augustSeyðurNobelvirðislønin í bókmentumLMeginfelag Føroyskra StudentaTær sjey deyðssyndirnarValdstríbýtiApartheidTvøroyrar BóltfelagVeturChristina Aguilera14. januarTorsbyHaldarsvíkar kirkja9. oktoberIP-adressaWindhoekØskudagurOtto von BismarckFilipsoyggjar1924Johannes VermeerKelvinstigin1914Pink FloydAltjóða arbeiðaradagurEnskt málISOSint EustatiusElsa FundingNoregJohn F. Kennedy1918EvropaKyrrahavið5. augustDýrFøroyski tjóðbúnin3. oktoberIngilín Didriksen StrømEverton F.C.LeynarMustafa Kemal Atatürk1733KappróðurJohann Sebastian BachSupermanReyni ServiceSímun av Skarði15. øldSkála ÍtróttarfelagAteismaEinahandilJackson Pollock🡆 More