Ingilín Didriksen Strøm: Føroyskur politikari

Ingilín Didriksen Strøm (fødd 22.

august">22. august 1991) er føroyskur politikari (Javnaðarflokkurin). Á løgtingsvalinum 2019 varð hon fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting. Ingilín D. Strøm er útbúgvin bachelor í føroyskum máli og bókmentum.

Hon stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð og hon varð vald inn á tingið á valinum 31. august 2019. Hon fekk 543 persónligar atkvøður og gjørdist næstvald á ting fyri Javnaðarflokkin, beint aftanfyri Aksel V. Johannesen. Ingilín D. Strøm var tann kvinnan, sum fekk flestar persónligar atkvøður á valinum og hon var einasta kvinna, sum varð vald inn á ting fyri Javnaðarflokkin.

Hjartamálini hjá henni eru millum annað at seta umhvørvið hægst á breddan, at umsorganararbeiði fær betri sømdir og ikki minst at tryggja sterkar sosialar skipanir, har eingin kann detta niðurímillum.

Ingilín D. Strøm er úr einum reyðum javnaðarheimi í Vestmanna, har politiski áhugin og ábyrgdarkenslan fyri umheiminum hevur verið ein stórur partur av uppvøkstrinum og lívinum sum heild. Hon er dóttir føroyska politikaran Hans Paula Strøm og Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen. Eftir at hava búð og arbeitt í Addis Ababa, Keypmannahavn og øllum har ímillum, flutti Ingilín við manninum Teiti Lassen og soninum Una Halgir heim til Føroyar og tók prógv í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Hon giftist við Teiti í 2016.

Ávísingar úteftir

Keldur


Tags:

199122. augustBókmentirFøroya LøgtingFøroyarFøroyskt málJavnaðarflokkurinLøgtingsvalið 2019

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Vanuatu2005UEFA Euro 2016 qualifying Group FMahatma GandhiHavtaskaHvalastøðin á GjánoyriTjóðpallur FøroyaFøroyska krónanFlaggdagurWikimediaBrynhildar táttur13. februarSamuel Beckett1596J.K. RowlingKirkjubømúrurinMiðamerikaJørðinSøguligar hendingarHavnar Bóltfelag633ISO 3166-114. aprílEstiskt málOrðaflokkurBoris JeltsinOpið innihaldElsti føroyingur.tcSvenskt málMeksikoBaltisku londiniTýskland1153Kili4. aprílElvis PresleyKommunur í FøroyumAvstraliaSosialir miðlar1864Føroyskar bókmentirMiðlahúsið196524 f.Kr.11. øldHannah Montana19667. februarSvøríkiBjörn GustafssonNorðuramerikaBeninVinje kommunaKappróður í FøroyumPierre-Emile HøjbjergRussiskt málAkrabergForseti Sambandsríki AmerikaIP-adressaKeypmannahavn2. desember🡆 More