Nepal

Nepal er eitt lýðveldi í Asia.

सङ्घीय लोकतान्त्रिक गणतन्त्र नेपाल
Flagg Nepal
(Flagg Nepal)
Tjóðarslagorð: जननी जन्मभूमिश्च स्वर्गादपि गरीयसी
Tjóðsangur: "Sayaun Thunga Phulka"
Nepal
Alment mál Nepalskt mál
Høvuðsstaður Kathmandu
Forseti Bidhya Devi Bhandari (विद्या देवी भण्डारी)
Forsætisráðharri Pushpa Kamal Dahal (पुष्पकमल दाहाल)
Fullveldi 25. september 1768
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
147,516 km²
2,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2018
 - tættleiki
 
28,095,714
180,0/km²
Gjaldoyra Nepalskur Rupi (NPR)
Tíðarøki UTC +5
Økisnavn á alnetinum .np
.नेपाल
Telefonkota +977

Høvuðsstaður er Kathmandu. Fólkatalið er umleið 26,5 milliónir. Nepal liggur millum Kina í norði og India í suðri. Tíggju av sekstan av heimsins hægstu fjøllum liggja har norðuri í Nepal, av teimum er eisini Mount Everest, ið er heimsins hægsta fjall og liggur á markinum millum Nepal og Kina. Lítla landið Nepal er ógvuliga avbyrgt land í syðra parti í Himaleiafjøllum. Flestu fólk eru hinduar, men hjá mongum fólkum er átrúnaðurin blandingur av hinduismu og buddismu. Til 1991 var kongur einaveldugur, men eftir harðan politiskan ófrið, varð skipanin broytt til parlamentariskt kongsveldi, og fólkið slapp at velja stýrið sítt, og nú styrir fólkavald stjórn landinum. Í 2006 varð kongurin koyrdur frá, og landið varð stovnað sum lýðveldi. Hægstu fjøll í heiminum - harímillum Mount Everest - eru í Nepal, og tí er landið væl umtókt ferðamál hjá fjallaklívarum og fólki, sum dámar at ganga í fjøllunum.

Kathmandu er høvuðsstaður í Nepal og størsti býur. Í gamla býarpartinum eru nógvar trongar gøtur og mong torg við gomlum templum og minnisvarðum. Í einum templi býr livandi gudinnan Kumari Devi, ein smágenta, sum kosin er at umboða hindugudinnuna Parvati. Gentan er í templinum, til hon kemur í kynsbúningaraldurin, tá verður ein onnur vald. Í Nepal eru mong fólkasløg. Sherparnir í eystara parti í hálendinum eru óføra djarvir fjallaklívarar. Gurkharnir miðskeiðis í landinum eru heimsgitnir fyri dirvi og evni síni sum hermenn og manna serdeildir bæði í indiska og bretska herinum. Newrarnir í Kathmandudali eru kendir fyri træskurðarlist sína, sum prýðir mong tempul og hús í Nepal. Meiri enn helvtin av fólkinum í Nepal er nepalar, ið eru ættaðir úr India. Um 90 % av fólkinum í Nepal arbeiðir í landbúnaðinum. Mong dyrka rís og aðra grøði í vælgjørdu bríkunum, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Soleiðis ber til at velta í lendi, sum annars hevði verið óhugsandi sum dyrkilendi. Sum aðrastaðni her um leiðir hevur monsunregnið alt at siga fyri gróðurin.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

AsiaBuddismaEinaræðiFólkaræðiHimaleiaHinduismaHøvuðsstaðurIndiaKinaKongsveldiLýðveldiMount EverestParlamentarisma

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Ronald ReaganSjómílBjörn SkifsFramsóknBMI2015HeimsvevurAsiaKuba1969Tina Turner12. apríl7. februarSkotvápnScience fiction9. januarYvirgangsálopið móti Charlie Hebdo15. januarHans ZimmerTónleikurThomas Edison1. januarFøroya UngdómsráðEvropaFøroyingasøga4. apríl.kiNoregRussiskt málFrits JohannesenLondon1800Tú alfagra land míttJóan Jakku GuttesenNorðurlendsk mál25. novemberPeter FondaOrðaflokkurMiðamerikaIndonesiaFuglurZKim SimonsenSteffan Klein PoulsenKim LarsenFuerteventuraKalifornium13. februarSuni úr HørgFriedrich EngelsLikkaMumitrøllið199820. aprílNorðurlandahúsið í Føroyum20191904Visible FishPussy RiotUtahFíggingargrunnurin frá 1992Frakland🡆 More