Hvalspýggja (frøðiheiti Scyphozoa) er ikki fiskur, men ryggleyst djór.
Meir enn 96 % av hvalspýggjuni eru vatn, og hon hevur ríkið í heimshøvunum síðan elstu tíðir. Hon hevur hvørki bein, eygu, heila ella hjarta. Longu trevsurnar verða nýttar at veiða við. Langar trevsur hanga niður úr hvalspýggjuni. Tá ið eitt lítið kykt svimur í tær, verður eitur sprænt á tað.
Hvalspýggjur eru bleytar. Búkurin fer inn og út, eins og regnskjól letist upp og fer aftur. Hetta ger, at hvalspýggjan flytur seg. Hvalspýggja fer eftir ljósinum, hóast hon hevur eingi eygu. Hon svimur upp í sjógvin, har hon er í nánd av tí, hon etur. Mangar hvalspýggjur eru næstan gjøgnumskygdar. Nakrar teirra lýsa, so tær síggjast í myrkum sjógvi. Hetta gera tær oftast, tá ið onkur órógvar tær.
Hvalspýggjurnar kunnu viga upp í 204 kg, eins nógv og ein fullvaksin hannleyva .
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Hvalspýggjur, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.