Deyðahav

Deyðahav er eitt vatn, sum liggur á markinum millum Ísrael og Jordan.

Eingin á rennur úr vatninum, sum er saltasta vatn í heiminum. Tað er eisini lægsta vatn í heiminum: 420 metrar lægri enn sjógvurin. Einasta stóra á, sum rennur í Deyðahavið er Jordanáin. Tað regnar bara umleið 100 mm um árið í norðara enda av vatninum og umleið 50 mm um árið í syðra enda. Saltið hevur áarvatnið tikið úr jørðini og borið hagar. Deyðahavið dýpist ikki, tí veðurlagið er so heitt har, at vatnið guvar burtur, so skjótt sum tað kemur í tað, saltið liggur eftir. Sum tíðin er liðin, er so nógv salt savnað saman, at tað loysir seg at høgga og selja tað. Í Deyðahavinum eru 28 % av salti.

Deyðahav
Í Deyðahavinum er einki livandi.
Deyðahav
Deyðahavið, satelitt mynd.

Alternativar viðgerðir við vatni og leiri úr Deyðahavinum

Deyðahav 
Nógv fólk vitja Deyðahavið fyri at fáa viðgerð fyri húðsjúkúku ella slitgikt.

Við Deyðahav baða ferðafólk sær í runu, tí tað verður hildið at vera gott fyri húðina. Tað eru serliga fólk við húðsjúkum sum psoriasis og eksem, sum fáa sær hesa viðgerð. Tað eru eisini viðgerðir fyri fólk við slitgikt, sum fáa pakkar við mineralríkum leiri úr Deyðahavinum løgd á sjúku liðini. Kanningar sum Ben-Gurion University hevur gjørt hava víst, at henda viðgerð kann geva linna saman við vanligum heilivági frá læknavísindini..

Keldur

Wiki FøroysktDeyðahav 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

JordanSjógvurÍsrael

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

MaliMozilla FirefoxLítil valmásiNiðurlondVákurSápmi2024HummariEysturskúlinBeyoncéArktiskur pílur27. juniSosialistisk Ungvuxt8NorrøntGMTHagfrøðiBretska hersetingin í FøroyumMannarættindiAmanda LearKarel GottQGuatemala192 f.Kr.ÉNólsoyingurin 10-mannafarJHannah MontanaTórshavn1837LøgmanssteypiðJens Olivur LisbergMarie Antoinette1892EiffeltorniðHanus Kamban2003Hans ZimmerHøgni Reistrup10. oktoberVenesiaAleksandr PusjkinFøroyska stavraðiðÁtrúnaður í USAFrankiska ríkiðBygdir og býir í FøroyumEysturoyLutetiumHernaðarliga verjanISBNfwnhyArmeniaFyrsti summardagurSaddam HusseinHeimastýrislógin.kpKirkjubøkurTýsklandCambridgePorkeriSuðurafrikaRognkelsiLógBjörn SkifsNorðuramerikaFótbólturHKetturHvítarusslandÍdnaðarkollveltingin🡆 More