Te er ein drykkur, sum er gjørdur av te-plantuni.
Te-planturnar koma upprunaliga úr Eystur- og Suðurásia. Har hava tey drukkið te líka síðan 1000 ár fyri Krist. Orsaka av leskiliga smakkinum og grøðandi eginleikunum, varð te úflutt til Evropa og nógvar aðrar heimspartar. Í Stóra Bretlandi, sum er kent fyri sínar millummála te-tíðir, gjørdist te'ið vanligt fyrst í 19. øld. Tað finnast nógv ymisk sløg av te; summi av hesum eru t.d. svart, grønt, oolong, hvítt, urta, krydd og rooibos te. Svart te, t.d. Typhoo- og Tetley-te, er tað, vit vanliga finna í handlunum í Føroyum. Dømi eru Earl Grey og English Breakfast te. Herbal-te er eisini væl umtókt fyri tann sterka fruktsmakk, til dømis sitrón-, fersku- og jarðberjasmakk. Í Herbal-te'i er einki koffein í. Í USA er tað sera væl umtókt at drekka kalt te: íste. Grønt te frá Bláu fjøllunum í Kina hevur í 1000 ár verðið brúkt í tí kinesiska heiminum sum ein nattúrlig viðgerð fyri at betra heilsuna, gera húðina sunna og at geva eyka orku.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Te, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.