Staturin New Hampshire (enskt: State of New Hampshire) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika.
New Hampshire er tað fjórðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine, Massachusetts og Vermont. Her í New Hampshire búgva umleið 1,3 mió. fólk. Høvuðsstaðurin eitur Concord og størsti býurin er Manchester.
New Hampshire | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Concord |
Størsti býur: | Manchester |
Innlimað: | 21. juni 1788 |
Guvernørur: | Chris Sununu (R) |
Vídd: | 24,217 km² |
Íbúgvar (2014): | 1,326,813 |
fyri km²: | 56,8/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.nh.gov |
Í norðri hevur New Hampshire mark við Kanada (Quebec), í eystri við Maine, í suðri við Massachusetts, og í vestri við Vermont. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknavni er Granittstaturin (enskt: The Granite State). Stórur partur av landi er hagi og skógur. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent. Norðan fyri bygdina Jackson røkkur Mount Washington upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í Nýonglandi (og í New Hampshire). Stakríkið hevur 29 kilometrar við strond í Rockingham County.
New Hampshire er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA; New Hampshire er annar staturin við undanvali. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir (GOP), finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í New Hampshire, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. New Hampshire er eitt av mest konservativu statum í Nýonglandi. Í New Hampshire er m.a. deyðadómur. Í 1734 til 1939 eru í minsta lagi 24 fólk dømd til deyða. Ongin hevur verið tikin av døgum tey seinastu 76 árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Heinging er eisini ongantíð strikað í New Hampshire-lóggávu, og dómararnir hava framhaldandi møguleika at døma deyðarevsing.
1. januar 2010 samtykti stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd nú hava rætt til at giftast í statinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum mann og kvinnu, mann og mann og kvinnu og kvinnu . Í New Hampshire hava samkynd eisini fingið loyvi til at adoptera. Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í New Hampshire, á jøvnum føti við hetroseksuell.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article New Hampshire, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.