Høgguslokkar

Høgguslokkar (frøðiheiti - Cephalopoda) hava altíð hugtikið menniskjur.

Fólk hildu teir vera álíkar sjóskrímslum. Høgguslokkar hava onga beinagrind og eru størstir og gløggastir av ryggleysu dýrunum. Sjónin er góð, og heilin stórur, og kanningar vísa, at teir læra av royndum. Høgguslokkar eru sera virknir og eru knappir. Teir eru lindýr, og í ætt við skeljadýr og kúvingar. Tó hava teir onga skel uttan, men summir tíggjuermdir høgguslokkar hava súgskálir á ørmunum og brúka tær, tá ið teir taka fong ella ganga eftir botni. Tíggjuermdir høgguslokkar hava átta armar og tveir langar tøkuarmar, sum kunnu rullast saman og strekkjast út. Teir taka fong ella halda honum við tøkuørmunum og stýra við hinum ørmunum, tá ið teir svimja.

Høgguslokkar
Høgguslokkar
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Flokkur: Cephalopoda
Høgguslokkar
Hesin høggslokkur gongur uppi í sjónum. Hann svimur framúr skjótt. Við sterkum kropsvøddum sprænir hann sjógv út gjøgnum tútin, so at hann fýkur av stað aftureftir.

Stórir høgguslokkar eru meira enn 9 metrar langir. Høgguslokkur sprænir sjógv út gjøgnum ein tút og fer við fúkandi ferð aftureftir. Áttaermdi høgguslokkurin liggur um dagin á botni í holum og rivum. Um náttina tekur hann krabbar, skeljadýr og smáfiskar. Kjafturin er harður og líkist nevi. Í kjaftinum er rívitunga. Við hvørt fæst fitt av høgguslokki á summum firðum í Føroyum. Hann er gott agn, og grindahvalur etur hann. Í øðrum londum verður hann brúktur til matna.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

DýrLindýr

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

MidwayoyggjarBillboard (tíðarrit)Claudio MonteverdiÚtvarp FøroyaCambridgeArmeniaWashington DCJon FosseDiego MaradonaBridgeportFranz BeckenbauerSun Yat-sen1945Georgia (USA)PragFred AstaireUsbekistanGeorge CarlinEurovision Song ContestLundiNorðuramerikaTýsklandDavid CameronHongkong1282Føroyskur maturKris KristoffersonSummar-OL 20162008LondonWarszawa15621841Deyðarevsing6. novemberBygdir og býir í FøroyumHTMLHalifaxTær sjey deyðssyndirnarOsama bin LadenReinsaríiðMichael CaineTampaVágatunnilin1557FinnlandClement AttleeFjón247TretivuárakríggiðKríggið ímillum Iran og IrakToni MorrisonKommunur í FøroyumNunavutUkrainaKetturThe New York TimesDNABurmaLettlandTíðarsonurHelsinkiRichmond1979Katy Perry.idFranska KollveltinginIrakShanghai1947GullRusslandAntiokiaSjálvmorðClub Nacional de Football🡆 More