Usbekistan (usbekskt: O'zbekiston) er eitt lýðveldi í Asia.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: O'zbekiston Respublikasining Davlat Madhiyasi | |||
Alment mál | Usbekskt | ||
Høvuðsstaður | Tasjkent | ||
Forseti | Shavkat Mirziyoyev | ||
Forsætisráðharri | Abdulla Aripov | ||
Fullveldi | 1. september 1991 (frá Sovjetsamveldinum) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) | 448.978 km² 4.9 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki | 36.024.000 74.1/km² | ||
Gjaldoyra | Sum (UZS) | ||
Tíðarøki | UTC +5 | ||
Økisnavn á alnetinum | .uz | ||
Telefonkota | +998 | ||
Høvuðsstaður er Tasjkent. Usbekistan var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum, men gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 1. september 1991. Fólkatalið í Usbekistan er umleið 36 milliónir (2022). Usbekistan er eitt av ríkastu og fjølbygdastu londunum í Mið-Asia. Stórt ráevnistilfeingi er í Usbekistan. Har er nógv olja, gass, kol, gull og uran. Stór gassleiðing er løgd úr Bukhara og norður til Uralfjøll í Russlandi. Men gassið verður eisini nýtt í usbekiska ídnaðinum, til dømis í evnafrøði-ídnaðinum og maskin- og flogfaraídnaðinum. Landslagið er skiftandi; tveir triðingar eru oyðimørk og turrar grasfløtur; men har eru eisini fruktagott lendi og stríðar áir og snjótakt fjøll. Gomlu býirnir fram við Silkivegnum eru farnir at draga nógv ferðafólk til sín, og útlendskar fyritøkur eru uppi í at gagnnýta stóra ráevnistilfeingið og góðu vatnorkumøguleikarnar. Usbekistan er fjórðstørsta bummullarland í heiminum. Usbekar nevna bummull "hvíta gullið". Silkivegurin er navnið á forna handilsvegnum úr Kina, ígjøgnum Mið-Asia, Miðeystur og til Evropa. Mangir gamlir islamskir býir, ið vóru handilsmiðdeplar, eru fram við vegnum. Ímillum teirra eru Samarkand, við mongum vøkrum islamskum bygningum, og Bukhara, sum er pílagrímsbýur hjá muslimum, og Tasjkent, høvuðsstaðurin í Usbekistan, sum er gitin undir navninum "gosbrunnabýurin".
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Usbekistan, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.