Katy Perry

Katy Perry (fødd 25.

oktober 1984 í Santa Barbara, Kalifornia) er ein amerikanskur popp-sangari. Hon varð fødd 25. oktober í 1984 og varð av uppruna nevnd Katheryn Elizabeth Hudson. Katy Perry, sum er vorðin skýrd at vera eitt av stóru sexsymbolunum innan popp, hevur áður hertikið tónleikaheimin og náttklubbarnar við landaplágum sum "I Kissed A Girl" og "Hot N Cold". Hon er nú aftur at finna á ovastu rók á ymsum hittlistum í heimlandinum, USA.

Katy Perry
Katy Perry, 2019.

Staklagið "Californina Curls" liggur ovast á amerikanska hittlistanum Hot 100, sum savnar talgildu søluna, og hvussu ofta lagið verður spælt í útvarpinum. Í USA er lagið tikið niður fleiri enn 350.000 ferðir. Perry segði við "California Curls" at sangurin var eitt beinleiðis aftursvar til "Empire State Of Mind" hjá Jay-Z. Hesin sangurin fagnar New York. Lagið hjá Perry fagnar hinvegin Kalifornia, sum er heim hennara.

Sambært Daily Mail sigur Katy Perry soleiðis um sjónbandið:

- "Eg havi gjørt av, at okkum tørvaði at svara aftur. Eg ynski, at fólk skulu fáa hug at keypa sær ferðaseðlar til Kalifornina, fyrstu ferð tey hoyra tað".

Lagið er partur av fløguni "Teenage Dream", sum kom út 23. august 2010. Tað var tó sjónbandið til lagið, sum fekk størsta uppmerksemi, orsakað av meira ella minni nakna kroppinum hjá Kate.


Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

198425. oktoberKaliforniaUSA

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

JagaraflogførRebekka FugløTórshavnWilliam ShakespeareJemenMoldova15. desember2004JainismaPakistan91FótbólturReimund LanggaardJapanKrossfiskarEik BankiNorðuramerikaKurvabólturFloridaNew York CityEvnafrøðiBarainAfghanistanRókurNeymar160-áriniLøgfrøðiTinGrønlandAristotelesUSlovakiaTurks- og CaicosoyggjarnarTaivanSuleiman mikliAtlantic PetroleumAngela MerkelOpið innihaldReinkarnatiónDavid CameronDunnuheimurin hjá Disney8. septemberÁrnafjørður10. apríl3820. augustBygdir og býir í FøroyumBúskapur FøroyaApatosaurusLógLundiMinecraftSuðuroyarKyndilsmessa1937KvinnaMálSelatraðIranFramsókn28. oktoberJólaaftanTingræðiAlgeria🡆 More