Gosfjøll

Gosfjøll, sum ikki hava goyst í søguligari tíð, eru óvirkin, men hini eru virkin.

Undir gosfjøllum eru grótbræðingar (magma, 1000 °C). Trýstið er ofta stórt í bræðingunum, og tær kunnu bróta sær veg upp ígjøgnum jarðarskorpuna og goysa. Oman á jørðini nevnist grótbræðingin lava. Men annað enn lava vellir og goysir upp - loftsløg, viksteinur og stórir steinklumpar. Gosopið er sum kókandi pottur, og lava verður sprænd høgt upp í loft. Gløðandi bræðingin streymar í eldáum oman líðina. Lavan er sera heit, 1000 °C, sum er nóg heitt at bræða t.d. stál. Fólk, sum búgva nær gosfjøllum, sita ikki fulltrygg. Tað hava tey sannað á Heimaoy í Íslandi og manga aðrastaðni. Ofta fara gosfjøll at goysa púra óvarandi, og gløðandi grótbræðing leggur alt oman líðina oyðið. Gos verður, tí gløðandi grótbræðing niðri í jørðini brýtur sær leið gjøgnum sprungur í jarðarskorpuni. Hesar rivur eru m.a. ímillum meginlandapláturnar, til dømis í Íslandi og í londunum við eldkringin í Kyrrahavi. Gosfjøll eru eisini á havbotninum, og tey kunnu gera ovurstórar skaðaaldur, tsunami nevndar. Fleiri enn 850 virkin gosfjøll eru.

Gosfjøll
Grótbræðingin, sum rennur oman fjallið, verður nevnd lava.
Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

KyrrahavÍsland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Kosta RikaAmerikanskur dollariSufismaNorðaru MarianaoyggjarUpprunaamerikanararFranskt málMerkiðHinduismaSýriaMarokkoKoraninLatínskt málDavy CrockettTýskt málLeonardo da VinciNikæno-konstantinopolitanska trúarjáttaninOscar fyri besta filminMao ZedongBrasilÁtrúnaður í FøroyumVjetnamAserbadsjanGunnvá ZachariasenJapanR. KellyBilarUniversity of Notre DameRinganna Harri - Ringliðið (filmur)Bill ClintonRudy GiulianiEvropeiska SamveldiðNLady GagaChinua AchebeUpprunafólk í Norður- og Suðuramerika12. juliPenicillinInstagramIslamKvæðamálWatfordTrelleborg1905Heimsins londThe BeatlesHarry S. TrumanAlfrøðiBaltimoreVistfrøðiLithium1962The DoorsKoreaJólamaðurinBeaufort-talvanChris PrattGlasgowFrozen (2013 filmur)Mahatma GandhiLøgmenn í FøroyumSjónvarp FøroyaJuventus F.C.RastafarilæranFøroysktYvirgangsálopið móti Charlie HebdoHolmiumKinaAmerikonsk søga2010Volodymyr Zelensky🡆 More