Korea

Korea er nes í norðara parti í Kina og gongur út í havið ímóti Japan.

Kríggj var millum Suðurkorea og Norðurkorea (1950 til 1953). Síðan kríggið var av, hevur støðan verið hættislig millum londini bæði. Suðurkorea hevur havt stóran búskaparligan vøkstur, væl stuðlað av USA. Bygging er allastaðni. Bygdur verða skrivstovur og nýggj virki til tann vaksandi ídnaðin í landinum. Norðurkorea er enn kommunistiskt og fátæksligt land. Veðurlagið er tað rætta at velta rís, heitt um summarið, bítandi kalt um veturin.

Korea
Koreanska hálvoyggin varð býtt sundur í eina kapitalistiska suðurhálvu og eina kommuniska norðurhálvu eftir at hava verið undir japanskum yvirvaldi frá 1910 til 1945.

Búskapur

Suður- og Norðurkorea byrjaðu á búskaparliga sama lága støði í 1970, bæði tá enn í sori heili 17 ár eftir Koreakríggið, ið endaði við vápnahvíld í 1953. Norðurkorea hevði marxistiskan hernaðarbúskap við Kim Il Sung á odda fyri einaveldinum. Hann var fyrsti limur av trimum í dynastinum, ið hevur rátt síðan. Búskaparliga hava stígur, kúging og hungursneyð plágað Norðurkorea. Suðurkorea hevði fyrst kommandobúskap, men legði um til marknarbúskap. Síðan hevur Suðurkorea við marknaðbúskapi ment sítt kapitalistiska fólkastýri. Fólkatalið sunnanfyri er tvífaldað úr 25 mió. í 1960 upp í 51 mió. fólk í 2021. Fólkatalið í sosialistiska Norðurkorea øktist úr 15 mió. í 1960 upp í 26 mió. í 2021. Munurin á londunum er í dag ovurstórur:

  • Norðkorea hevur bert havt 3 einaræðisharrar, Suðurkorea 12 fólkavaldar leiðarar.
  • Norðkorea hevur bert 3,2 mió. fartelefonir (flokslimir). Suðurkorea hevur 59 mió fartelefonir.
  • Illa kollføddir norðkoreanar eru miðal 5 cm lægri á vøkstri enn suðurkoreanar.
  • Norðurkorea er 120,540 km2 við bert 25.000 km av koyriveg (97% grúsvegir). Suðurkorea er 100,363 km2 við 99.000 km av koyrivegi (92% asfalterað).
  • Høvuðsútflytningsvøran úr Norðkorea er kol fyri $1 mia. Høvuðsútflutningur úr Suðurkorea er printplátur til teldur/telefonir fyri $64 mia. 
  • Frá 1953 til 1974 fylgdust Norð- og Suðurkorea í BTÚ. Í 1974 stóð miðal ársinntøkan í báðum londunum á jøvnum við uml. $3000. Í 1974 setti Suðurkorea á flog búskaparliga, og tí dag hevur landið $30,000 miðal p.c. Í 1974 steðgaði Norðkoreanski búskapurin. Í 1990-unum tødnaði hann. Miðal ársinntøkan pr íbúgva er $1000 í 2018.
  • Miðal livialdurin í Norðkorea er 67 ár. Í Suðurkorea liva fólk 82 ár í miðal.
Wiki FøroysktKorea 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

19501953HavJapanKinaKommunismaKoreakríggiðNorðurkoreaSuðurkoreaUSA

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Umskapanin (týðing)Oscar-virðisløninJemenLondonÆ13. mai1917Katalanskt málOregonChristianskirkjanJerseyHiplingurAlgeria1572SydneyMagnesiumFrankiska ríkiðTvøroyrar BóltfelagPáll PoulsenSjómílIndia1893FólkaræðiOmanBrimontHull City A.F.C.Red Hot Chili PeppersSt. Pætursborg19142017KanadaToftirKroatiskt mál930-áriniFernanda MontenegroUTCReyni Service1619GrikkalandMozilla Firefox10152. augustSansibarVladimir LeninRasismugreinin8. øldSkála ÍtróttarfelagMýrisnípa1872MúshavnAnfinn KallsbergFilipsoyggjarFótbóltur í Føroyum1923Jeremy RennerTariØDublinNóllywoodSøgaMount St. HelensSkjaldarmerkiVesturheimurinLøgtingsformenn í Føroyum🡆 More