Esperanto

Esperanto er eitt manngjørt mál, sum L.

L. Zamenhof, eygnalækni í Warszawa, í 1887 gav út í bók undir dulnevninum "d-ro Esperanto". Í bókini eru mállæra, orðalistar og tekstadømi. Zamenhof legði stóran dent á bókmentaliga týdningin, og hann týddi fleiri kend verk til esperanto, m.a. eftir H. C. Andersen og Shakespeare.

Esperanto
L. L. Zamenhof í 1908

Upprunaliga innihelt esperanto 900 orðarøtur, og við undanskoytum og eftirskoytum kundu fleiri enn 10.000 orð gerast burturúr hesum. Harafturat koma samansetingar. Síðani eru orðarøturnar øktar, og í dag er ikki óvanligt at gera nýggjar orðarøtur burtur úr orðum, sum eru felags kjarni í fleiri málum. Esperanto er eyðkent á tann hátt, at tað er sera reglufast, og hvør orðaflokkur hevur sína ending. Allar bendingar eru púra reglufastar og uttan undantøk. Td. ger -j fleirtal og -n hvønnfall. Herðingin er altíð á næstaftasta stavilsi. Eitt dømi:

      • vidi "at síggja" (sagnorð)
      • vido "sjón" (navnorð); vidoj (sjónir); la vido (sjónin); la vidon (sjónina)
      • vida "sjónligt, sum hevur við sjón at gera" (lýsingarorð)
      • vide "sjónliga, við sjónini" (hjáorð)

Føroysk lærubók í esperanto finst eftir Jeffrei Henriksen, lærara. Esperanto hevur framvegis undirtøku, t.d. hevur esperanto-útgávan av Wikipediu meiri enn 100.000 greinir (juni 2008).

Keldur

Slóðir úteftir

Internetið

Bøkur

  • Henriksen, Jeffrei: Esperantobókin. Læribók. Føroya Skúlabókagrunnur 1987
  • Henriksen, Jeffrei: Esperantobókin II. Orðalisti / Vortaro. Egið forlag 2000
Wiki FøroysktEsperanto 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Esperanto KeldurEsperanto Slóðir úteftirEsperanto1887H. C. AndersenWarszawaWilliam Shakespeare

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Tom HanksListasavn FøroyaSlovenskt málKirkjubøurGregorianski kalendarin12. januarThe Doors1797Føroyska sjálvstýrisrørslanAdventistarSkótiConnecticutArgentinaPílurKappróður í FøroyumPeter FondaKanadaSystem of a DownIngálvur av ReyniAleksandur MikliRumenskt málLandbúnaðurOyggjaland í sólElvis PresleyÍFMaltiskt málFrits JohannesenMount EverestBrasilSjómíl1987Björn GustafssonMassachusettsKnut HamsunHinduismaLundiAnthony BourdainEgyptalandJóhannes av SkarðiAlbert EinsteinHannah MontanaNasitýskland24. februarNólsoyFuglur10. aprílJohannes VermeerKaliforniumTónleikur633NorðuramerikaSjórænararSavningarflokkurinDublinLøgmenn í FøroyumJakartaPakistanRichard NixonVistfrøði1906Goidelisk málVatikanið8. marsTwitterHolokaustRussiska kollveltingin 1917Plantulívið í Føroyum20. januarHvalastøðin á GjánoyriFøroyskar bókmentirNýonglandLøgtingsvalWikiItalia🡆 More