Papageykar

Pappageykar eru fuglar, sum hava fjaðrar, tvey bein og sum verpa.

Pappageykar halda til í Mið- og Suður-Amerika, Afrika, Suður-Ásia og Avstralásia. Pappageykar eru ójavnir á stødd. Undulátar eru smáir, og arur eru stórar. Fleiri pappageykar brúka føturnar sum hendur til at halda í nøtunum, meðan teir bróta tær við krókuta nevinum. Flestu pappageykar hava reiður í træholum ella gera sæt reiður í opum í bakka, lendi ella kletti. Veingjavíddin á reyð-grøna undulátinum kann verða upp í 125 sentimetrar og kropslongdin 94 sentimetrar. Undulátar og onnur pappageykasløg eta ofta leir úr áarbakkum. Í leirinum er nógv natrium, sum er heilsugott hjá pappageykum. Flestu pappageykar eta nøtir, fræ, knubbar og annan plantugróður. Krákur og pappageykar hoyra til gløggastu fuglar í heiminum. Nøkur pappageykasløg duga at herma eftir menniskjum.

Papageykar

Papageykar er ein skipan av fuglum, á latíni kallað Psittaciformes. Undir hesum eru 13 familjur:

  • Skipan: Papageykar (Psittaciformes)
    • Familja: Aratingur (Aratingidae)
    • Familja: Kakadúgvur (Cacatuidae)
    • Familja: Vanligir papageykar(Psittacidae) t.d.: Ara, Undulátur
    • Familja: Flogmýsapapageykar (Loriculidae)
    • Familja: Loriur (Loriidae)
    • Familja: Undulátar (Melopsittidae)
    • Familja: Spætupapageykar (Micropsittidae)
    • Familja: Nestorpapageykar (Nestoridae) t.d.: Kea, Kaka
    • Familja: Jørðparakittar (Pezoporidae)
    • Familja: Rosellur (Platycercidae)
    • Familja: Aðalparakittar (Psittaculidae)
    • Familja: Pesquet'sa papageykar (Psittrichidae)
    • Familja: Uglupapageykar (Strigopidae) t.d.: Kakapo

Í hesum 13 familjum finnast meira enn 350 ymisk sløg.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

AfrikaAvstralásiaFuglarKrákaMenniskjaMiðamerikaSuður-AmerikaÁsia

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Marie AntoinetteNólsoyar Páll.czAstatKappróður í Føroyum2012JodEvrasiaHolmium1945GjaldoyraMannarættindiAndré SilvaHolokaust1902Ejvind VilhelmMartin LandauHvítarussland2016FacebookFinnlandHargabrøðurnirHeimsins londKanadaFlaggdagar í Føroyum8. desemberMagnesiumLundiMahatma GandhiFraklandFøroyskt málSeyðurDanmarkIsaac NewtonJens Olivur LisbergBundesliga 2015-16LøgmanssteypiðForsíðaKvinna23. juniSamkyndleikiMikudagurPalli PummTinBobby FischerSky FerreiraSufismaBládúgvaEnskt málBorgarstjóriFróðskaparsetur FøroyaColorado19. marsWien🡆 More