Cornwall (fornnorrønt Kornbretland) (corniskt: Kernow) er eitt greivadømi (county) ytst á suðurvestur horninum av Onglandi.
Cornwall (Kornbretland) Kernow | |
---|---|
Motto: Onen hag oll (corniskt) (føroyskt: "Ein og øll") | |
Støða (Status) | Enskt Greivadømi (Ceremonial county) |
Vídd: | 3,563 km² |
Íbúgvar (2012): | 540.178 (uml.) |
fyri km²: | 152/km² |
Mál: | Enskt |
Longst í útsynning liggja Scillyoyggjarnar har ið føroyingar stundum hava luttikið í kappróðri.
Siðsøguliga var Cornwall eitt keltiskt (bretskt) øki, skilt frá Onglandi, men síðan 10'du øld, hevur landið verið ein partur av Onglandi. Cornisk serkenni, sum t.d. talumálið, byrjaðu at vikna í 13'du øld og í 18'du øld doyði málið út. Í 20'du øld fóru áhugafólk undir at endurreisa talumálið og eisini er eitt vaksandi ynski um at fáa størri lokalpolitiskt sjálvræði, innanfyri bretska kongsveldið, í Cornwall.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Cornwall, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.