17. Juli: Dagfesting

17.

<< juli 2024 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31
MMXXIV

juli er dagur 198 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 199 um skotár er). 167 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar

  • 1762 - Jekaterina II (Katarina hin stóra) verður keisarinda í Russlandi eftir Pjotr III verður dripin.
  • 1918 - Russiska Romanov familjan verður myrd av bolsjevikkum í Jekaterinburg, Russlandi. Tey avrættaðu eru: Fyrrverandi keisarin Nikolaj II, kona hansara Alexandra Feodorovna, og børn teirra, Olga, Tatiana, Maria, Anastasia, og Alexei.
  • 1918 - RMS Carpathia, skipið ið bjargaði 705 yvirlivandi frá RMS Titanic, verður søkt uttanfyri Írland av týskum kavbáti. 5 fólk lata lív.
  • 1945 - Seinni heimsbardagi: Teir tríggir høvuðsleiðaranir hjá "teimum sameindu", Winston Churchill, Harry S. Truman og Joseph Stalin, møtast í týska býnum Potsdam at avgera framtíðina hjá yvirvunna Týsklandi.
  • 1948 - Suðurkoreanska grunnlógin verður kunngjørd.
  • 1955 - Disneyland verður latið upp av Walt Disney í Anaheim, Kalifornia, USA
  • 1975 - Eitt amerikanskt Apollorúmdarfar og eitt sovjetiskt Sojus binda seg saman í ringrás um jørðina. Hetta er fyrstu ferð rúmdarfør frá tveimum ymsum londum binda seg upp á henda hátt
  • 1975 - Eysturtimor verður innlimað sum 27. landslutur í Indonesia
  • 1979 - Forsetin í Nikaragua Anastasio Somoza Debayle sigur frá sær og flýggjar til Miami, Florida, USA
  • 2012 - Fýra monnum eydnast at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, ið er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra eru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir eru eisini við á túrinum, men koma ikki heilt upp á toppin, teir eru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.
  • 2014 – Malaysia Airlines Flight 17, ið er ein Boeing 777, brotlendir nær við markið av Ukrainu og Russlandi. Staðfest verður at flogfarið er skotið niður. Øll 298 fólkini umborð lata lív.


Føðingar

Andlát

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wiki Føroyskt17. Juli: Dagfesting 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Gregorianski kalendarinSkotár

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

MadridMeginfelag Føroyskra StudentaEmilius Marius Georgius Løbner27. mars24. mai1. augustFøroyumJonas Gahr StøreListi yvir heimins lond eftir íbúgvataliForsíðaFøroysk landafrøðiNorðurlandahúsið í FøroyumArlingtonFranklin D. RooseveltTjaldurHundabræviðMakaoAmtmenn í FøroyumISBNRúsdrekkasøla Landsins20. februarNýsælandWilliam HeinesenHans Jacob JacobsenPol PotGráspurvurBorgarstjóriMount St. HelensFlaggNikita Khrusjtjov1875Listasavn FøroyaHernaðarliga verjanEinahandilGlasFløggJohannes VermeerAnfinn KallsbergZlatan IbrahimovićKarlamagnusMarilyn MonroeSveisSansibar16. aprílStrendurØskudagur10. januarGjaldoyraAnna drotning2020-áriniNólsoyar PállJamaikaGoidelisk málTopografisk kortKanadaMike PenceSunnudagurFróðskaparsetur FøroyaMathias lassenArkimedesTindhólmur14. januarMalaisiaTalv191712969. oktober3. oktober912Jens Pauli Heinesen🡆 More