Seyed Ali Khamenei

Ayatollah Sayyed Ali Khamenei (persiskt: سید علی خامنه ای, aserbadjanskt Seyyid Əli Xameneyi) (17.

juli">17. juli 1939) í Mashad Iran, er ein iranskur politikari og átrúnaðarligur leiðari. Hann var forseti í Iran frá 1981 til 1989 og hevur verið andaligur leiðari í Iran síðan juni 1989.

Stórayatollah
Seyed Ali Khamenei
سید علی حسینی خامنه‌ای
Seyyid Əli Xameneyi
Seyed Ali Khamenei
Hægstileiðari (Supreme Leader) av Iran
Føddur 17. juli 1939
Mashhad Iran
Útbúgving Islamisku Prestur
Yrki Imamur/Yrkjari/Umsetari/Politikkari
Trúgv Shia-Muslimur (Usuli-12'ari)
Hjúnafelagi Khojaste Khamenei (1964–nú)
Foreldur Jawad Husaini (faðir)
Børn Mojtaba
Mostafa
Masoud
Meysam
Hoda
Boshra

Faðirin var av Azeri (aserbadjanskari) ætt. Hetta er ein av mongum etniskum minnilutabólkum í Iran. Eins og undangongumaðurin Ayatollah Khomeini ber Khamenei eina svarta turban ið vísir at hann er ein eftirkomari hjá Muhammed profeti.

Málkunnleiki

Khamenei er kendur fyri sín áhuga fyri (islamiskum) bókmentum. Hann tosar flótandi persiskt og arábiskt, men er minni stinnur í aserbadjanska móðurmálinum í faðirætt; hann skilur eisini toluliga enskt. Hann hevur umsett fleiri bøkur frá arábiskum til persiskt.

Atsókn

Hin 27. juni 1987 royndi bólkurin Fólksins Mujahedin í Iran at beina fyri Khamenei á einum tíðindafundi; ein bumba ið var goymd í einum bandupptakara brast, Khamenei yvirlivdi, men misti førleikan í høgra armi fyri lívið. Hendan hending hevur fingið frómar shia-muslimar at meta hann sum ein 'livandi martýr'.

Rætturin til valdið

Khamenei'sa rættur til heitið 'Hægstráðandi leiðari í Iran' (enskt: Supreme Leader) hevur ikki havt undirtøku hjá øllum muslimskum leiðarum í landinum. Khamenei var ikki eingongd ein sokallaður Marja (Stór-Ayatollah) tá hann bleiv útnevndur sum Khomeini'sa eftirfylgjari. Orsøkin til at Khamenei bleiv valdur, var at Stór-Ayatollah Hossein Ali Montazeri ið ætlandi skuldi eftirfylgja Khomeini, sat í húsavarðhaldi um hetta mundið, vegna sínar atfinningar ímóti viðferðini ið Khomeini'sa mótstøðufólk fingu í iranskum fongslum, harímillum avrættingar.

Støða til Vesturheimin

Eins og undangongumaðurin, er Khamenei fíggindaliga sinnaður mótvegis USA og Ísrael, og situr illa um sátt við Vesturheimin sum heild; og hann páheldur rættin hjá Iran at útvega sær kjarnorku til friðalig endamál. Hann hevur tó eisini sent út eina Fatwa ið sigur at framleiðsla, goymsla og nýtsla av kjarnorkuvápnum er forboðin sambært Islam. Khamenei hevur eisini stundum tikið frástøðu frá margháttligum úttalilsum ið núverandi forsetin Mahmoud Ahmadinejad er komin við.

Útvortis ávísing

Wiki FøroysktSeyed Ali Khamenei 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Seyed Ali Khamenei MálkunnleikiSeyed Ali Khamenei AtsóknSeyed Ali Khamenei Rætturin til valdiðSeyed Ali Khamenei Støða til VesturheiminSeyed Ali Khamenei Útvortis ávísingSeyed Ali Khamenei17. juli193919811989IranJuniPersiskt málÁtrúnaður

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

10. aprílFraklandLøgmenn í FøroyumMark CavendishPierre-Emile HøjbjergKornFøroysk mentanSjórænararLøgregla14. aprílTórshavnVatnJuliTinGasageirinLoðpílur1966HeimsvevurHósdagurJørðin633FC Suðuroy1947Grikskt málJohannes VermeerHonoluluFøroyingasøgaAlisfrøðiRio de JaneiroHveitiFólkaræðiliga Lýðveldið KongoDBleikjaPalestinaÍtróttarfelagið Hvirlan1. aprílGoogleNicolae CeauşescuIHundurKim LarsenRuth VangPussy Riot13. februarBrasil1909SýriaGorfuglurElsti føroyingurÍsrael20. januarFøroyarBerkelium1864TinganestVjetnam18211945Orðaflokkur1851Føroyingar1797Henry KissingerJødadómurMývatn🡆 More