Vjetnamkríggið vardi frá 1.
november">1. november 1955 til 30. apríl 1975. Amerikanska stjórnin kvíddi fyri, at kommunisman skuldi breiða seg um alt Landsynningsasia, og í 1955 fóru teir at veita Suðurvjetnam hernaðarhjálp, so at teir kundu basa kommunistisku Viet Cong-deildunum, sum fingu stuðul úr Norðurvjetnam.
Vjetnamkríggið | |
---|---|
Dagfesting: | 1. november 1955 – 30. apríl 1975 |
Stað: | Vjetnam |
Partur | |
Suðurvjetnam | Norðurvjetnam |
USA | Kina |
Suðurkorea | Sovjetsamveldið |
Teiland | Norðurkorea |
Avstralia | Kuba |
Teivan | |
Nýsæland | |
við fleiri ... |
Fyrstu amerikonsku hermenninir komu til Suðurvjetnam í 1964, og seint í 1968 vóru 550 000 avstralskir, teivanskir, amerikanskir og nýsælendskir hermenn við í krígnum. Sama ár gjørdi Viet Cong stórálop, Tet-álopið, í Suðurvjetnam. Álopið miseydnaðist, men tað sannførdi fólkið í USA, at USA megnaði ikki at vinna Vjetnamkríggið. Árið eftir fóru amerikanarar at taka seg aftur úr Suðurvjetnam, og vápnahvíld varð fingin í lag í 1973. Í 1975 savnaði Norðurvjetnam alt landið undir sítt ræði.
Tá ið kríggið í Vjetnam endaði í apríl 1975, fór landið í holtur við at endurreisa og menna illa farna búskapin, men illa gekst, tí at útlendskar fyritøkur gjørdi ikki íløgur í landinum. Túsundtals fólk flýddu undan fátækradømi og harðræði og sigldu um Suðurkinahav í søkkladnum bátum at søkja sær eydnuna aðrastaðni. Tey, ið slitu upp land, vórðu send til lond víða um allan heim. Mangir suðurvjetnamesar flýddu til Hongkong, ið var bretskt hjáland á suðurstrond Kina. Tey vórðu gird inni í trongum legum, har tey liðu hungur og hall, og kolera og aðrar ringar sjúkur gingu javnan í legunum. Í 1989 vórðu tey fyrstu 44 000 flóttafólkini noydd aftur til Vjetnam.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Vjetnamkríggið, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.