Virus

Eitt virus er ein undir-mikroskopiskur partikkul (millum 20 og 300 nm) sum kan smitta eina kyknu í einari lívfrøðiligari veru.

Eitt virus kan bert nøra seg við at smitta eina vertkyknu, sum kunnu verða bæði prokaryotar (t.d. bakteriukyknur) og eukaryotar (t.d. djórakyknur). Nógv virus elva til sjúkur í menniskjum og djórum. Viðgerð er trupul, tí antibiotika nyttar ikki og fá sløg av heilivági finnast, ið virka ímóti virusum.

Virus
Influenza A virus, eitt (-)ssRNA virus, undir elektronmikroskopi.
Virus
Ebola virus, eitt (-)ssRNA virus, undir elektronmikroskopi.

Samanseting

Virus eru, í grundini, samansett av arvatilfari inni í einum proteinhylkið. Proteinhylkið er antin uppbygt sum ein spiralur, so virusið gerst avlangt (helicalt), ella eru proteineindirnar samansettar sum í einum fótbólti, so virusið er runt (icosahedralt). Tað finnast eisini kompleks virus sum hava hvørki av áðurnevndu skapum, men kunnu t.d. hava ein proteinhala ella ein annaleiðis vegg.

Nøkur hava eisini ein lipid dupultlag membran uttanum hylki; tey ið ikki hava verða kallaði nakin virus. Tað eru mest djóravirus, ið hava membran. Flestu virusir hava ikki egin ensymir, men tað eru tó nøkur sum hava. Ensymini hava ymiskar funktiónir, t.d. at framleiða DNA út frá RNA (revers transcriptase), bróta hol á bakteriuveggir (lysosym) og hjálpa virusinum at loysa seg frá kyknuni (neuraminadase).

Deiling

Tá virus deila seg gongur tað fyri seg í 5 stigum:

  1. Íbinding: Virusið bindir til eina kyknu.
  2. Inntreinging: Virusið sendir sítt arvatilfar inn í kyknuna. Nøkur virus senda eisini proteinir sum tey brúka til at framleiða nýtt arvatilfar.
  3. Framleiðsla: Virusið nýtir ensymini hjá kyknuni til at framleiða sítt egna nýggja arvatilfar og proteinir.
  4. Samanseting: Arvatilfar og proteinir verða samansett til nýggjar viruspartiklar.
  5. Leyslating: Viruspartiklarnir verða leyslatnir frá kyknuni. Ofta doyr kyknan av hesum.

Flokking

Virus verða ofta bólkaði eftir hvat teirra arvatilfar er og hvussu tey framleiða mRNA. (Baltimore flokkingin):

  • Bólkur I: DNA-virus við dupultstrongi (dsDNA). Dømi: Herpes simplex virus, Pokur virus.
  • Bólkur II: DNA-virus við einkultstrongi (ssDNA). Dømi: Parvovirus.
  • Bólkur III: RNA-virus við dupultstrongi (dsRNA). Dømi: Rotavirus.
  • Bólkur IV: RNA-virus við pluss einkultstrongi ((+)ssRNA). Dømi: Poliovirus, Hepatitis A virus, SARS virus.
  • Bólkur V: RNA-virus við minus einkultstrongi ((-)ssRNA). Dømi: Influenza virus, Rabies virus, Meslingavirus, Ebola virus, Marburg virus.
  • Bólkur VI: RNA-virus við pluss einkultstrongi, sum deila seg við DNA-millumliði (ssRNA-RT). Dømi: HIV.
  • Bólkur VII: DNA-virus við dupultstrongi, sum deila seg við RNA-millumliði (dsDNA-RT). Dømi: Hepatitis B virus.

Sí eisini

Keldur

  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.
Wiki FøroysktVirus 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Virus SamansetingVirus DeilingVirus FlokkingVirus Sí eisiniVirus KeldurVirusAntibiotikaHeilivágurKyknaLívfrøði

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Kristoffur KolumbusEyðun NolsøeDunnuvíkVágur1923SørvágurHolmiumFrits JohannesenCiderAstatWilliam Heinesen13. februar19. januarDagur og vikaPer ZachariassenISBN1872Fuglar í Føroyum1733Mathias lassen930-áriniGoidelisk málAdolf HitlerPeter FondaHenry KissingerTýskt málKrabbadýr.gaTindhólmurGöttingenRed Hot Chili PeppersGeorg II av StórabretlandiMarie AntoinetteJazzSveisNebraskaØkisnavnBeninNATOLe Corbusier11. apríl1966Olympia (Grikkaland)Galileo GalileiTórur MortensenHavnar Kirkja1675LøgmanssteypiðElsa Funding1557SNG2008ViðarlundinRumeniaHaris AlexiouIndiaKrossmerkiHundabræviðSunnudagurÍbúgvarNorðurlandaráðiðXans I av PortugalParaguaiOxygenKeypmannahavn2017Apostólska trúarjáttaninKakáKolevni🡆 More