ES-Parlamentið ella Evropa-tingið er einasti stovnur í ES, sum hevur beinleiðis mandat frá borgarunum.
Teir 751 limirnir eru býttir sundur í sjey bólkar ella “flokkar”. Parlamentið umboðar fólkið í ES. Parlamentið skal umrøða, góðkenna og evt. broyta uppskotini frá Kommissiónini: uppskotini frá Kommissiónini fara fyrst til Parlamentið, har tey antin verða vrakað, góðtikin ella broytt. Eins og í Løgtinginum verða uppskot beind í ymiskar nevndir. Verða uppskotini ikki vrakað, fara tey síðani víðari til ES-Ráðið, sum eisini skal góðkenna tey. Harumframt velur Parlamentið kommissiónsformannin og skal góðkenna alla Kommissiónina. Parlamentið hevur sostatt beinleiðis ávirkan – og tey smáu londini eru greitt yvirumboðað. Øll limalond fáa í minsta lagi seks limir, og jú fleiri fólk búgva í einum landi, jú færri limir fær landið fyri hvønn íbúgva. Høvdu Føroyar verið sjálvstøðugur ES-limur, høvdu vit í 2014 havt krav um seks tinglimir.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article ES-Parlamentið, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.