Anastacia (føðinavn: Anastacia Lyn Newkirk) (fødd í Chicago, 17.
september">17. september 1968) er ein amerikonsk songkvinna og sangskrivari. Hon hevur selt yvir 20 milliónir fløgur síðan hon gav fyrstu fløgu sína, Not that kind, út í 1999. Hon er fødd í Chicago og vaksin upp í New York. Hon skrivaði tann almenna HM-sangin Boom til HM í fótbólti 2002 í Korea/Japan. Hon framførdi sangin beint áðrenn finaluna millum Brasilia og Týskland í Yokohama. Í 2003 fekk Anastacia staðfest bróstkrabba, og síðan hevur hon gjørt eitt stórt arbeiði fyri at økja um kunnleikan til bróstkrabba hjá ungum kvinnum, m.a. við at seta á stovn Anastacia Fund. Meðan hon var í stráluviðgerð fyri krabbamein skrivaði hon sangirnir, sum hon gav út í síni triðju fløgu, sum eitur Anastacia, hon kom út í 2004 og inniheldur m.a. sangirnir Left Outside Alone, Sick and Tired, Heavy on my Heart og Welcome to my Truth.
Anastacia | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 17. sep 1968 í/á Chicago |
Alma mater | Professional Children's School |
Starv | sangari, singer-songwriter, tónleikari, rithøvundur, manufacturer, dressmaker, philanthropist |
Mál | Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://www.anastacia.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000066550962 |
VIAF | 67613587 |
LCAuth | no2002063814 |
IMDB | nm1049461 |
Commons | Anastacia |
Ár | Filmur/Sjónvarp | Leiklutur | Viðmerkingar |
---|---|---|---|
2001 | Ally McBeal | Spældi seg sjálva | Partar: The Getaway og Queen Bee |
2002 | I Love the 1980s | Hon sjálv | |
2009 | X Factor | Hon sjálv | Gestadómari |
2011 | All You Can Dream | Anastacia | post-production |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Anastacia, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.