Baraldur

Baraldur (frøðiheiti Juniperus communis) hevur verið nógv vanligari í Føroyum fyrr.

Plantusáðkanningar vísa, at baraldur var í stórari afturgongd fyri landnám, helst orsakað av veðurlagsbroytingum, og tá ið fólk búsettust her, minkaði hann uppaftur meira. Tað, sum eftir er av baraldi, hevur verið rímiliga støðugt. Mett verður ikki, at seyður ger stórvegis skaða á barald. Útbreiðslan av vanligum baraldi er pólkringin bæði norðan fyri og sunnan fyri okkum. Baraldur er á reyðlista í Føroyum. Fyrsta skráseting av plantuni, ið er til skjals á Føroya Náttúrugripasavni, er frá 1920, og varð hon tá funnin á Kirkjubøreyni. Onnur skráseting er frá 1924 úr Svínoy. Lítið er til av baraldi á teimum fáu økjunum, har vit finna hann, oftast bert einstakar til heilt fáar plantur á hvørjum plássi. Størsta skipanin er at finna í Svínoy. Oftast er plantan at finna uppi á stórum klettum í hamrum undantikið í Svínoy og á Kirkjubøreyni, har hon veksur í vátlendi.

Baraldur
Vanligur baraldur.

Sí eisini

Wiki FøroysktBaraldur 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Føroya NáttúrugripasavnFøroyumSvínoyVeðurlagsbroytingar

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Tjóðarlundir í USA20. februarLýsingarorðPetteri Orpo19981851HvalbaBankNordikKirkjubømúrurinUtahTorontoEysturtýsklandKalda kríggið1821Mark CavendishKappróður í FøroyumMeksikoSvenskt mál24. februar1906Sameindu TjóðirPólskt málSamuel BeckettHavnar BóltfelagHonoluluWilliam ShakespeareSorinskrivarar í FøroyumFótbóltur í FøroyumUpphavsrætturOpið innihaldKorn9. aprílBaltisku londini12. aprílIP-adressaRussiska kollveltingin 1917NasitýsklandJ.K. Rowling1969198727. aprílNykøbing MorsMount EverestDunnuheimurin hjá DisneyHavhesturSuðuramerikaKjøtátar1945Fjøll í Føroyum200124 f.Kr.Amtmenn í FøroyumMarokkoTýsklandEnskt málWikipediaBauhausJóannes PaturssonKjadSkjaldarmerkiLøgreglaFøroyskar bókmentirPeter FondaJ. R. R. Tolkien22. aprílLars Ulrich🡆 More