The Rolling Stones er ein enskur tónleikabólkur úr London, sum fór undir virksemi sítt fyrst í 60'unum.
Kjarnin í bólkinum hevur síðan fyrstan tíð verið barndómsvinirnir Mick Jagger og Keith Richard, hóast høvuðsmaðurin fyrstu árini var Brian Jones (deyður í 1969). Upprunaliga høvdu flestu limirnir eina fortíð í bluesbólkinum hjá Alexis Korner, men skjótt var, at teir stóðu á egnum beinum og gjørdist sera vælumtóktir í klubbunum í enska høvuðsstaðnum. Tá ið Andrew Loog Oldham gjørdist managari hjá teimum syrgdi hann fyri at fáa teimum plátusáttmála. The Rolling Stones fingu sáttmála við plátufelagið Decca Records, sum á sinni avvístu The Beatles. George Harrison hevði víst produsaranum hjá Decca, sum á sinni vísti Beatlunum frá sær á London bólkin. Fyrsta singulplátan hjá Stones, sum kom á hittlistan var I Wanna Be Your Man, ið Lennon og McCartney høvdu skrivað.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article The Rolling Stones, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.