Ný Guinea

Ný Guinea er næststørsta oyggj í heiminum, hon hevur tropiskt veðurlag og er mest sum øll avvaksin við tjúkkum tropiskum regnskógi.

Vestari parturin av Ný Guineu - Vestur Irian - var áður hollendskt hjáland, men hoyrir nú til Indonesiu, meðan eystari parturin er Papua Ný Guinea.

Ný Guinea
Kort.

Ný Guinea er tógvin at koma ígjøgnum hjá ókunnumonnum, tí regnskógurin er tjúkkur og villingarsamur, og fólkið óvinaliga sinnað móti fremmandum. Mangir vóru teir, sum hættaðu sær inn í landið, ið ongantíð komu út aftur haðandi. Har er tí mangt, sum eingin veit um. Tað er ikki longur síðani enn í 1953, at ein avstralskur flúgvari kom fram á eina áður ókenda bygd, sum var niðri í einum djúpum dali, umgyrdum av høgum fjøllum.

Fólkið í Ný Guineu er sprottið úr Afriku og blámannaætt, og væl bregður afturí, hóast tað hesi seinastu túsund árini er runnið saman við mangar aðrar tjóðflokkar. Tað búgva slakar 7,5 milliónir av fólki á oynni. Fólkið kallast papuar. Tað ráliga og heita veðurlagið ger, at bert fáir hvítir menn búgva á oynni. Men teir, sum búgva har, eru annaðhvørt embætismenn ella garðeigarar. Garðarnir eru stórir og fullir av kokuspálmum, gummitrøum og grønmeti. Teir hava stór gullnám í fjøllunum. Men ikki er komandi til teirra uttan í flúgvara. Alt, sum verður nýtt í náminum, gravkýr, maskinur, matur og onnur útgerð, verður flutt í fjøllini við flúgvara.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

HjálandIndonesiaNiðurlondPapua Ný GuineaRegnskógur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

RasismugreininGoogle25. marsGeorg II av Stórabretlandi1272Reese Witherspoon1458SosialismaOpið innihaldPink FloydDeyðarevsingHavnar KirkjaVetrar-OL 2014BrasilStreymoy24. januarMiðallívsæviHvalurGeorg I av StórabretlandiHolokaustInternet Explorer2016–17 UEFA Champions League qualifying phase and play-off roundSerbiska fótbóltslandsliðiðMike PenceÓlöf ArnaldsRussiska fótbóltslandsliðiðSafariHeimamúsPaddaIslam1954SaturnAvstraliaAlfred HitchcockUSAKnoxville, TennesseeMozilla FirefoxPi1401Eivør PálsdóttirSpaniaTvøroyrar BóltfelagSun Yat-senHelliKLMTórshavn1499HinduismaJustin BieberRoger FedererVaduzGeorg III av Stórabretlandi2008SovjetsamveldiðKeypmannahavnItalska fótbóltslandsliðiðAlisfrøðiTariLundi16238. øldPakistanDonald TrumpOrlando BloomTýskt málMicrosoft WindowsHægstirættur í USA🡆 More