Regnskógirnir reinsa luftina og vatnið, og dyggur heilivágur at grøða sjúkur verður gjørdur úr regnskógarplantum.
Regnskógirnir eru ógvuliga týdningarmiklir í náttúruni, men teir minka hvønn dag - av skógarvinnu og landbúnaði. Vit mega virða og verja hesar skógir og fjølbroytta dýrameingið í teimum. Størstu regnskógarnir ur heimin eru kring Mið- og Suðuramerika (Amasonas).
Meiri enn helvtin av øllum dýrum í heminum er í Amasonlendinum í Suðuramerika. Alskyns dýr liva í tropuskógunum. Flestu teirra eru bæði stygg og støkkin og duga duga avbera væl at króga seg í skóginum. Reyðtenningurin hevur met fyri at vera ræðuligasti fiskur í heminum. Í 1981 varð sagt frá, at ein torva legðist á og át eini 300 fólk, tá ið ein ovfyltur bátur sakk á Obidosá í Brasil. Allir tenningar eru ikki vandamiklir - bara 4 av 18 sløgum leggjast á fólk.
Tropisku regnskógirnir eru báðumegin miðkring - kringin, ið er um miðjuna á jørðini, sum eitt belti. Ongastaðni eru so góð gróðrarlíkindi til skógarvøkstur sum her, tí veðurlagið er so heitt og vátligt. Lett er hvønn dag at siga, hvussu veðrið verður - heitt, slavið og oysregn. Summastaðni í regnskógunum regnar 4 m um árið, og hitin er altíð úr 24C* upp í 27C*.
Summi dýr í regnskóginum eru hótt, og bara heilt fá av teimum eru eftir í heiminum. Hesi dýr mega verða vard, skulu tey ikki doyggja út.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Regnskógur, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.