Machu Picchu

Machu Picchu (quechua: Machu Pikchu, eisini kent sum Horvni inkabýurin) høgt uppi í Andesfjøllum í Perú var týdningarmikil inkabýur í 15.- og 16.

øld">15.- og 16. øld; hann lá væl fyri hermálsliga og var ringur at søkja at. Skansabýurin Machu Picchu var 12 km2 til støddar. Hann var bygdur á nógvar bríkar, ið vóru høgdar inn í fjallalíðina, fleiri enn 600 m. uppi. Machu Picchu liggur 2430 metrar yvir havinum. Tað var so mikið torført at sleppa til býin, at spaniólar ongantíð funnu hann. Tað er ikki lætt at koma til inkabýin Machu Picchu, sum doyði út og varð fjaldur av trøum og øðrum plantuvøkstri. Nú á døgum er hann kent ferðamál.

Machu Picchu
Tað ið er eftir av býnum Machu Picchu.

Í 1530-árunum gjørdu spaniólar innrás í Inkaríkið og hertóku landið Perú. Tað var viknað av innanhýsis ósemjum, og hertøkan elvdi til, at inkamentanin syndraðist. Nógv fólk doyðu, býir vórðu lagdir í oyði, og bríkar og vatningarskipanir fóru fyri skeyti. Sponsku hertakararnir varnaðust ikki býin, tá ið teir tóku landið í 1532, og ikki fyrr enn í 1911 kom amerikanski fornfrøðingurin Hiram Bingham fram á “horvna býin”, ið hann leingi hevði verið nevndur. Har eru toftir av til dømis templum og 143 sethúsum. Næstan 400 ár seinni varð ein gloymdur býur funnin aftur uppi á einum fjalli. Nú varð býurin nevndur Machu Picchu. Áðrenn býurin varð avtoftaður, var hann bústaður hjá teimum seinastu inkakongunum. Machu Picchu varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1983.

Referansar

Wiki FøroysktMachu Picchu 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

15. øld16. øldAndesfjøllFerðavinnaPerúPlanturSpaniaTrø

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

EysturríkiJod1914SouthamptonSvøríkiAtlantic AirwaysGöttingenFuglakvæðið eldraTummas Napoleon DjurhuusTíðarøkiUEFA Nations League 2018-19Janus DjurhuusDunnuvík.auTaylor SwiftIngilín Didriksen StrømSint Eustatius6. august1071871FijiSóttin svartaJohn F. KennedyHull City A.F.C.Wikipedia159919. mars1970Kim Jong-un2009Donald TrumpAlgeria1944Skála ÍtróttarfelagJemenPáll Finnur PállTjaldurPol PotOPCWÚlvurKommunismaMariuhønaAtlantshaviðGrikkalandLuciano PavarottiGjaldoyraBókígðaSkotskt whiskyVatnorkaNorrønt AtlantssamstarvKrossmerki16. aprílHavnar KirkjaKeypmannahavnFøroyski tjóðbúninOrlando BloomVenusUSA157173318. januarAlfred HitchcockFranklin D. RooseveltBahá'í trúgvinek9qvSansibarMount St. HelensGunilla Bergström🡆 More