Blóð

Blóð er flótandi vevnaður, sum fyllir blóðrenslið og flýtur gjøgnum kroppin.

Blóðrenslið er hjarta, sum pumpar tað gjøgnum pulsæðrarnar (arteriur), tær hártunnu blóðæårarnar (kapillerini) og blóðæðrar (venur). Tann týdningarmiklasta uppgávan hjá blóðinum er at føra ilt og føðsluevni runt um allan kroppin til sellurnar og at fáa affalsevni burtur úr sellunum aftur. Eitt vaksið menniskja inniheldur 4-5 litrar av blóði.

Blóð
Blóð
Blóðrenslið

Við stórum skurðviðgerðum, har roknað verður við at sjúklingurin missur nógv blóð, ella til heilivág, sum hjálpir móti ávísum sjúkum, letur man sjúklingin fáa frískt blóð við blóðyvirføring. Til hetta endamálið verða blóðdonorar tappaðir fyri blóð við jøvnum tíðarbilum, har umleið ein hálvur litur verður tikin. Blóðið verður tó ikki givið í síni heild við blóðyvirføring, men verður býtt sundur í ymiskar komponentar (erythrosyttar, frískt fryst plasma, thrombosyttar), sum hvør í sínum lagi kann gevast til sjúklingar eftir teirra serstaka tørvi.

Blóð hevur 25 billiónir reyð blóðlikam (erythrosyttar), 1,5 billiónir blóðplátir (thrombosyttar), 35 milliardir hvít blóðlikam (leukosyttar) og umleið 2½ litir plasma, sum inniheldur eina røð av ymiskum eggjahvítaevni (proteinir).

Tað finst ein long røð av blóðtýpuskipanum, sum eru grundaðar á í hvussu stóran mun yvirflatuantigenini á erythrosyttunum fyrikoma. Millum tær týdningarmestu skipaninar er AB0 (har man býtir upp í fýra blóðflokkar: A, B, AB og 0 (null)) og Rhesus (har man skilur ímillum Rhesus-positiv og Rhesus-negativ).

Keldur

Wiki FøroysktBlóð 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

HjartaMenniskja

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

ek9qvÁlkaEvrasia20. februar1990Marilyn MonroeBrimontAlmenn ogn19. januarTruman CapoteRed Hot Chili PeppersMeginfelag Føroyskra StudentaRabat (Marokko)Karl Martin SamuelsenHttpAlgoritmaØDaniel Jacob DanielsenSydneyISO 860126. aprílRoger FedererN. F. S. GrundtvigStóra BretlandSlovakiskt mál1753SeyðurLandsstýri síðan 194815. juliJonas Gahr StøreBretska hersetingin í FøroyumGeorgia (land)20068. marsJohn F. KennedyHundabræviðThomas JeffersonUmskapanin (týðing)2. augustMarius ZiskaOPCWNATO1015FuglafjørðurAsiaThor HeyerdahlVårgårda kommunaFøroyumKelvinstiginHúsavíkarbrøviniKlaksvíkar SvimjihøllEysturoyartunnilinManchester United F.C.SouthamptonArlingtonKeypmannahavnVilhelm III av OnglandiISOJóannes PaturssonAlgeriaIndiaFøroyingarVigdís FinnbogadóttirButanAtlantshaviðBókígðaPink FloydSingapor27. mars1675Noreg🡆 More