Írskt Mál

Írskt (Gaeilge ella An Ghaeilge, Enskt: Irish) er eitt Goideliskt (Gæliskt) mál nærskyldt við Skotskt gæliskt og Manskt, sum tosað er í Írlandi.

Írskt verður framvegis tosað í smáum enklavum, serliga í Connacht, har vesturi í Írlandi. Økini har írskt framvegis verður tosað verða nevnd Gaeltachtaí (eint. Gaeltacht), og fólkini verða nevnd Gaeilgeoirí (orðarætt "eldhugað írskmælt fólk").

Írskt
Gaeilge
An Ghaeilge
Tosað í: Lýðveldið Írland Írlandi
Stóra Bretland Stóra Bretlandi (Norðurírlandi)
Kanada Kanada (New Foundlandi).
Tosandi íalt: 2.000.000 (2011)
Írlandi 1.770.000 herav
91.000 ræðið (flótandi)
Norðurírlandi 200.000
Kanada 2.000
USA: 30.000
Málætt: Indo-evropeiskt

  keltiskt
    oyggja-keltiskt
     goideliskt
      írskt.

Málkotur
ISO 639-1: ga
ISO 639-2: gle
ISO 639-3: gle

.

Írskt mál er, saman við eingilskum, alment mál í Írlandi, og tvungin lærugrein í øllum almennum fólkaskúlum í Írsku Republikkini.

Írskt Mál
Prosentvísa útbreiðslan av teimum ið siga seg duga írskt mál, sambært eini fólkateljing í 2011

Søga

Írskt mál er fyrst skjalaprógvað við Ogham áskriftum frá fjóðru øld e.Kr., og verður hetta málið kallað frumírskt. Hesar áskriftir eru funnar kring alt Írland og á vesturstrondini av Stórabretlandi. Frumírskt broytist til fornírskt gjøgnum 5. øld. Fornírskt nýtti frá 6. øld latínska stavraðið, og upptók eisini nógv latínsk orð, serliga orð ið høvdu við kirkjumálið at gera. Í 10. øld hevði fornírskt útviklað seg til miðírskt, ið varð tosað í Írlandi, Skotlandi og á oynni Mann. Frá 12. øld fór miðírskt í teimum trimum londunum at broytast til tey lokalu málini, írskt, skotskt gæliskt og manskt.

Írskt Mál 
Írskmælt fólk uppá øki í 1871

Írskt Skriftmál

Høvuðsgrein: Írskt skriftmál

Tað írska skriftmálið gongur aftur til klassikst írskt, frá tíðarskeiðnum 1100-1600. Hóast ein skriftmálsbroyting (reformur) kom í seinna helmingi av 1940'unum, sum viðførdi eina nútímansgerðing av skriftmálinum, so byggir tað framvegis (eins og føroyskt) á upprunafrøði, tvs. tað er framvegis stórur munur á talumáli og skriftmáli, eins og í føroyskum.

Málføri

Írskt hevur í dag tríggjar høvuðsdialektir (málføri) hvørs geografiska útbreiðsla stórt sæð fylgir teim trimum landslutunum; Munster, Connacht og Ulster. Dialektin í tí fjórða landslutinum, Leinster, doyði út í 20. Øld, men bandupptøkur vórðu gjørdar av henni í árunum 1928 og 1931. Seinasti persónur ið tosaði Leinsterdialekt doyði í 1960.

Gaeltacht

Írsktmæltu økini Gaeltacht (An Ghaeltacht) í dag finnast í:

  • Galway (Contae na Gaillimhe), harímillum Connemara (Conamara), Aran oyggjarnar (Oileáin Árann), Carraroe (An Cheathrú Rua) og Spiddal (An Spidéal);
  • á vesturstrondini av Donegal (Contae Dhún na nGall); í økinum sum verður rópt Tyrconnell (Tír Chonaill);
  • á Dingle hálvoynni (Corca Dhuibhne) og Iveragh hálvoynni (Uibh Rathach) í Kerry (Contae Chiarraí).

Smærri øki finnast eisini í Mayo (Contae Mhaigh Eo), Meath (Contae na Mí), Waterford (Contae Phort Láirge), og Cork (Contae Chorcaí).
Gweedore (Gaoth Dobhair) í County Donegal er størsta Gaeltacht sóknin í Írlandi.

Írskt Mál 
Gaeltacht, írsk-mæltu økini í Írlandi í dag


Írskt Mál 
Tvímælt skelti á Írskum og Enskum


Wiki FøroysktÍrskt Mál 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Írskt Mál SøgaÍrskt Mál Írskt SkriftmálÍrskt Mál MálføriÍrskt Mál GaeltachtÍrskt MálConnachtEnskt (mál)GaeltachtGoidelisk málManskt málMálSkotskt gæliskt málÍrland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SalisburyMúshavnJohann Sebastian Bach1893Havnar KirkjaZlatan IbrahimovićDavid CameronNýsælandÁlkaDemokraatitSuðuroyPallebaFøroyska sjálvstýrisrørslanMaldivoyggjarMentanarvirðisløn LandsinsJapan29. november20166. juliVladimir Putin2009Saratov6. augustAlmenn ognEstlandLondon24. maiWinston ChurchillSelatraðEftirnøvn í FøroyumPolynesiaVladimir LeninHjúnaband1015Sosialir miðlar1557EinahandilHelliMissouri256 f.Kr.Sandavágssteinurin26. apríl8. desemberJackson PollockJens Olivur LisbergAnna drotningMontserratRoss1. augustIndonesiaJeremy RennerIrakTailandØChristina AguileraBrisFøroyskur maturDunnuvíkOlympia (Grikkaland)Sjúrður SkaaleMagnesiumHongkongStevnur í FøroyumTaylor SwiftDaniel Jacob DanielsenKaká8 f.Kr.Strendur2024Ídnaðarkollveltingin🡆 More