São Paulo (portugisiskt: São Paulo) er ein býur í Brasil.
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Brasil |
Lutstatur: | São Paulo |
Vídd: | 1,522.986 km² |
Íbúgvar (2011): | 11.316.149 |
fyri km²: | 7,943.818/km² |
Heimasíða: | Official Website |
São Paulo er størsti býur í Suðuramerika, og ein tann býur í heiminum, sum veksur skjótast. Býurin hevur umleið 11 mió. íbúgvar og er størsti býur í Brasil og áttandi størsti býur í heiminum eftir fólkatalinum. Hann er miðdepil í brasilskum ídnaði og handli. Sløk helvt av landsins ídnaði er í São Paulo. Virkini gera klædnavøru, akfør, ravmagnslutir, heilivág og evnafrøðievni.
Samkynd kunnu giftast í brasilianska statinum São Paulo.
Fleiri festivalar, skrúgongur og onnur mentanartiltøk verða hvørt ár hildin í São Paulo, eitt nú:
Eins og í restini av Brasil, er fótbóltur eisini her tann best dámdi ítrótturin. Tey størstu liðini eru kend sum "Jarn Trio'in" ("Trio de Ferro"): São Paulo FC, Palmeiras og Corinthians. Portuguesa er eitt rímuliga stórt felag, meðan Juventus og Nacional eru tvey smá feløg.
São Paulo verður ein av vertsbýunum til FIFA World Cup í 2014, har Brasil er vertstjóð til kappingina. Stadion hjá Corinthians, nevnt Arena Corinthians, verður bygt til endamálið.
Felag | Deild | Heimavøllur | Stovnað (lið) |
---|---|---|---|
SC Corinthians | Série A | Arena Corinthians (verður bygt, 2013) 48.000 (68.000 til 2014 FIFA World Cup) | 1910 |
SE Palmeiras | Série B | Arena Palestra Itália (verður bygt, 2013) 45.000 | 1914 |
São Paulo FC | Série A | Morumbi Stadium 67.428 (138.032 record) | 1935 |
Portuguesa | Série A | Canindé Stadium 19.717 (25.000 met) | 1920 |
Juventus | Campeonato Paulista Série A2 | Rua Javari Stadium 7.200 (9.000 met) | 1924 |
Nacional | Campeonato Paulista Série B | Nicolau Alayon Stadium 9.500 (22.000 met) | 1919 |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article São Paulo, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.