Seoul

Seoul (koreanskt: 서울; hanja mál: 首爾/首尔) er høvuðsstaður í Suðurkorea.

Tað búgva umleið 10 milliónir í Seoul, men um forstaðirnir vera taldir við, so er fólkatalið 25 milliónir, sum ger Seoul til næststørstsa bý í Asia, næst eftir Tokyo. Seoul liggur í útnyrðingshorninum av Suðurkorea, ikki so langt frá markinum til Norðurkorea. Helmingurin av íbúgvunum í Suðurkorea búgva í Seoul. Olympisku leikirnir vóru hildnir í Seoul í 1988. 과다대출자대출가능한곳 Archived 2022-03-01 at the Wayback Machine

Seoul
서울시
Serstakur býur
Seoul Serstakur Býur
서울특별시
  transcription(s)
 • Hangul 서울
 • Hanja 서울
 • Endurskoðað romanisering Seoul Teukbyeolsi
 • McCune–Reischauer Sŏul T'ŭkpyŏlsi
Seoul og Han-áin um kvøldið.
Seoul og Han-áin um kvøldið.
Official logo of Seoul
Innsigli hjá Seoul
Kort av Suðurkorea, har Seoul sæst við reyðum
Kort av Suðurkorea, har Seoul sæst við reyðum
Coordinates: 37°34′N 126°58′E / 37.567°N 126.967°E / 37.567; 126.967 126°58′E / 37.567°N 126.967°E / 37.567; 126.967
Land Seoul Suðurkorea
Región Seoul Høvuðsstaðarøki
Býarpartar
Stjórn
 • Slag Seoul Stórbýarstjórn
Borgarstjóra-býráð
 • Borgarstjóri Park Won-soon (NPAD)
 • Býráð Seoul-Stórbýur býráð
 • Tjóðarumboðan
 - Tjóðartingið
48 / 300
16.0% (sessir tilsamans)
48 / 246
19.5% (vældømissessir)
Øki
 • Serstakur býur 605,21 km2 (Bad rounding here230 sq mi)
Hædd 38 m (125 ft)
Fólkatal (31. oktober 2014)
 • Serstakur býur 10,117,909
 • Tættleiki 17,000/km2 (43,000/sq mi)
 • Stórbýur 25,620,000
 • Demonym 서울 사람 (Seoul saram), 서울시민 (Seoul-simin), Seoulite
 • Dialect Gyeonggi
Tíðasona UTC +09:00 (Koreansk tíð)
Fuglur Koreansk skjóra
Litur Seoul Reytt
Blóma Várgull
Font Seoul fonts (Han-áin og Namsan)
Mascot Haechi
Slogan “함께 만드는 서울, 함께 누리는 서울” (Bókstaviliga "Seoul Vit Skapa Saman, Seoul Vit Njóta Saman")
Sangur "서울의 빛" ("Ljósini í Seoul")
Træ Ginkgo
GDP(Metro) US$ 845.9 milliardir
GDP per capita(Metro) US$ 34 355
Heimasíða seoul.go.kr

Søgan hjá býnum Seoul er yvir 2000 ára gomul og gongur aftur til ár 18 á.Kr., tá ið býurin varð stovnaður av Baekje, ein av teimum trimum kongsveldunum í Korea. Býurin helt fram at vera høvuðsstaður í Korea undir Joseon ríkinum. Seoul høvuðsstaðarøkið hevur fimm UNESCO heimsarvar: Changdeok slottið, Hwaseong skansin, Jongmyo, Namhansanseong og Kongaligu grøvirnar hjá Joseon ríkinum. Seoul er umgirt av fjøllum, tað hægsta er Bukhansan, ið er heimsins mest vitjaða tjóðarlund pr. kvadratfót. Nútíðar staðarmerki eru eitt nú tað sermerkta N Seoul Tornið, tann gull-klæddið 63 Bygningurin, neofuturistiska Dongdaemun Design Plaza, Lotte World, ið er heimsins størsta innandura temaparkin, Moonlight Rainbow Fountain, the world's longest bridge fountain og Sevit Flótandi Oyggjarnar. Soul er staðið har ið K-popp og Koreanska Aldan byrjaðu, Seoul hevði meira enn 10 milliónir altjóða vitjandi í 2014, ið gjørdi býin til heimsins 9. mest vitjaða bý og 4. størsti eftir inntjening frá ferðavinnu.

Søga

Búseting fram við Han ánni, har ið dagsins Seoul liggur, byrjaði umleið 4000 á.Kr.

Seoul verður fyrstu ferð nevndur sum Wiryeseong, høvuðsstaðurin í Baekje (stovnaður í 18 á.Kr.) í landnyrðingspartinum av Seoul-økinum. Fleiri býarmúrar eru varðveittir í økinum, ið eru frá hesi tíðini. Pungnaptoseong, ein leirmúrur beint uttanfyri Seoul, verður av mongum hildin at hava verið á høvuðs Wiryeseong staðnum. Trý Kongsveldi kappaðist um hetta strategiska økið, og ræði á økinum fór frá Baekje til Goguryeo í 5. øld, og frá Goguryeo til Silla í 6. øld.

Í 11. øld bygdi Goryeo, ið tók við eftir Sameinda Silla, eina summarborg í Seoul, ið varð nevdur sum tann "Syðri Høvuðsstaðurin". Tað var ikki fyrr enn tá, at Seoul gjørdist ein størri býur. Tá ið Joseon kom í staðin fyri Goryeo, varð høvuðsstaðurin fluttur til Seoul (eisini kendur sum Hanyang og seinni sum Hanseong), og bleiv verandi har til ríkið fall. Gyeongbok Borgin, bygd í 14. øld, var kongaligur bústaður til 1592. Hin stóra borgin, Changdeokgung, ið varð bygd í 1405, virkaði sum høvuðs kongsborg frá 1611 til 1872.

Fyrisiting

Seoul er býtt upp í 25 gu (ella býarpartar) sum aftur er býttir upp í 522 dong sum eru býttir upp í 13.787 tong sum at enda eru 102.796 ban. Teir 25 býarpartarnir eru:

Seoul 
Fyrisitingarliga býti av Seoul.
  • Dongdaemun-gu (동대문구; 東大門區)
  • Dongjak-gu (동작구; 銅雀區)
  • Eunpyeong-gu (은평구; 恩平區)
  • Gangbuk-gu (강북구; 江北區)
  • Gangdong-gu (강동구; 江東區)
  • Gangnam-gu (강남구; 江南區)
  • Gangseo-gu (강서구; 江西區)
  • Geumcheon-gu (금천구; 衿川區)
  • Guro-gu (구로구; 九老區)
  • Gwanak-gu (관악구; 冠岳區)
  • Gwangjin-gu (광진구; 廣津區)
  • Jongno-gu (종로구; 鍾路區)
  • Jung-gu (중구; 中區)
  • Jungnang-gu (중랑구; 中浪區)
  • Mapo-gu (마포구; 麻浦區)
  • Nowon-gu (노원구; 蘆原區)
  • Seocho-gu (서초구; 瑞草區)
  • Seodaemun-gu (서대문구; 西大門區)
  • Seongbuk-gu (성북구; 城北區)
  • Seongdong-gu (성동구; 城東區)
  • Songpa-gu (송파구; 松坡區)
  • Yangcheon-gu (양천구; 陽川區)
  • Yeongdeungpo-gu (영등포구; 永登浦區)
  • Yongsan-gu (용산구; 龍山區)

Keldur

Slóðir úteftir

Ferðavinna og kunning

  • i Tour Seoul Archived 2021-10-15 at the Wayback Machine – Almenna Ferðavinnu Heimasíðan hjá Seoul
  • VisitSeoul – Almenna YouTube kanalin hjá VisitSeoul
Wiki FøroysktSeoul 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Seoul SøgaSeoul FyrisitingSeoul KeldurSeoul Slóðir úteftirSeoulAsiaNorðurkoreaOlympiskir leikirSuðurkoreaTokyo

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

19178. aprílTelduposturFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo479KonservatismaNáttúruvanlukkaLaosFinnland30. august1913Ronald Reagan1908Norrønt1609UnsaRómversk-katólska kirkjanUTCMao ZedongSukursjúka16201405Afrikanska Samveldið1889IndonesiaYouTubeÆtlanarbúskapurReyði KrossurTvøroyrar BóltfelagBørkumuraFlaggdagur19. juliNorðurlandahúsið í FøroyumVenesiaTom HanksEkvador20031. marsJanuarAleksandur Mikli963AristotelesZara LarssonItalskt málLas Vegas18. februarNiðurlendsku AntillurnarOktoberBorgarstjóriNikola TeslaKrabbadýrDesember11. marsBaltimoreGasageirin10. øldFuglar í Føroyum21. desemberSendistovur19991982Kavi1992Antarktis.ukHeimsins londVenesuelaAmerikonsk søgaStephen Hawking🡆 More